Tungar byrðar skulu berast í felag


Gongubólkur fyri krabbameinssjúk og avvarðandi
Krabbameinsfelagið bjóðar nú til ein nýggjan gongubólk fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein – og teirra avvarðandi.
Hvat kann eg gera fyri at minka um vandan fyri krabbameini?
Reglulig rørsla, sunnur kostur og reglulig luttøka í kanningum eru millum tað, sum kann minka um vandan fyri at fáa krabbamein. Kanna, hvat tú kanst gera fyri at minka tín váða.



Gransking
Krabbameinsfelagið arbeiðir fyri at stuðla og upplýsa um gransking í krabbameini.
Grannakaffi
Grannakaffi er innsavning hjá Krabbameinsfelagnum, har fólk kunnu gera sína egnu innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið. Tað góða er at tú kanst altíð hava grannakaffi, tað bestemmar tú.

Hitt okkum
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við. Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag í vanligari arbeiðstíð. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur. Tað ber altíð til at ringja og fáa eitt prát við okkum, koma til ókeypis samrøður ella gera brúk av øðrum tilboðum, sum vit hava at bjóða.