Nýtt skeið í listterapi byrjar í januar 2019
Nýtt skeið í listterapi byrjar í januar 2019
Hevur tú áræði at royna nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til skeiðið í listterapi. Fólk halda seg ofta skula vera "kunstnerisk" fyri at kunna luttaka, men tað kann vera ein fyrimunur IKKI at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. Dentur verður lagdur á, at tú skal føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar. Á skeiðnum kanst tú í trúnaði úttrykkja teg um tína støðu - bæði við orðum, tekning, máling og skriving. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við tann kreativa partin av innihaldinum.Viðkomandi undirvísing og ymisk øvilsir eru eisini partur av skeiðnum.
Bólkurin byrjar í januar og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna, einar 3 til 4 tímar hvørja ferð. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur
Brot úr afturmeldingum hjá seinastu skeiðsluttakarunum:
“Eg fari m. a. at taka hetta við mær
- at taka stigið
- at rúma mær sjálvari
- at taka við avbjóðingum
- at seta mørk áhaldandi.”
“OPINLEIKI”
- tosa og brosa
- skriva og liva
- klippa og lippa
- merkja og snerkja
- tekna og megna
- mála og drála
- orða og lora
- skapa og tapa
- skræða og læa
- syngja og yngja
- forma og storma
- smakka og takka.”
“Tað, eg taki við mær, er nógv ymiskt
- at finna friðin í mær sjálvari
- at leita til kjarnan og bara vera eg - at virðismeta tað, ið gevur meining.
Kanska eitt tað mest umráðandi hjá mær var at leypa upp um nakrar fordómar og so bara melda til og gjøgnumføra.”
"Eg eri blivin meira avslappað og nøgd".
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.