Vaml
Strálu- og /ella kemoviðgerð kunnu elva til vaml og spýggju. Tað kann krabbameinssjúkan í sjálvum sær eisini eins og sálarliga støðan.
Harður opningur kann eisini vera ein orsøk til vaml.
Um vamlið er áhaldandi, eigur tú at tosa við lækna ella sjúkrasystur.
Tað kann hjálpa at taka heilivág fyri vaml 1/2 til 3/4 tíma undan máltíð og møguliga eisini um songartíð.
Uppskot, ið kunnu linna vaml
Et smáar máltíðir. Sit uppi og et í friði og náðum. Tygg matin væl og virðiliga. Royn tað, tú heldur, er best fyri teg. Et tað, tær dámar, men verð varðin við at eta lívrætt tín, seinni kanst tú seta hann í samband við at hava vaml. Et tað, tú frá royndum veit hjálpir.
Ofta er gott at eta beint eftir svøvn og hvíld. Fá tær møguliga ein veikan te-munn við snerktum breyði, keks ella tvebakka, áðrenn tú kemur upp. Um matarlysturin er best á morgni, er tað eitt gott hugskot at eta høvuðsmáltíðina tá.
Et annars tær tíðir á degnum, tú ert best til passar. Ikki noyða teg at eta, tá magin er tómur, tí tá kanst tú gerast verri. Lufta væl út í rúminum, áðrenn tú etur. Gott er við frískari luft, og um tú orkar, royn og far ein ein lítlan gongutúr.
Drekk nógv
Minst til at drekka nógv og helst klárar, kaldar og leskiligar drykkir (virkar linnandi). Drykkir, ið innihalda kolsýru, eru eisini linnandi, danskt vatn, ísvatn v/sitrónskivum, íste (kann keypast), djús, kola, øl, sitrón og onnur sløg av sodavatni, serliga sportsdrykkir, 7-up, Sprite og Urge. Ísakaldir drykkir kunnu veita linna.
Til eru nógvir góðir og føðsluríkir drykkir úr jogurt. Tað ber til at blanda tomatdjús, sitrónsaft, eggjablommu, ískrem og bitar av ymiskari frukt uppí. Nýt hugflogið og royn ymiskt. Eisini ber til at frysta drykkir til ísterningar og síðan súgva teir. Drekk serliga millum máltíðirnar, tí at drekka nógv til máltíðir gevur mettu.
Súrligur matur
Súrligur matur kann virka linnandi, frukt, jogurt, eddikasúrgaðar asiur og agurkur, súrlig bomm og frísk frukt.
Et "góðan" mat
Matur, ið luktar sterkt, er nógv kryddaður, stoktur, royktur og feitur, elvir ofta til meiri vaml. Um tú vamlast við luktin av heitum mati, royn so heldur kaldan mat, t.d. fisk, rækjur ella skinkubitar við salati. Hetta er føðsluríkur matur uttan nógvan lukt. Eisini ber til at royna frukt, ost ella moussé av fiski, laksi ella rogni.
Súrligur matur kann minka um vamlið. Frísk frukt við jogurtdyppi er ein leskilig og litføgur samanseting. Sting gaffilin ella ein pinn í ein fruktbita og dyppa í jogurtið. Fruktin og jogurtið kann lagast til eftir tínum smakki og hugflogi.
Sum heild tolir tú best:
- Mat, ið hevur lítið feitt, t.d. frukt, grønmeti, fisk og soltið kjøt.
- turran mat, t.d. keks, tvebakkar, snerkt breyð, havrabreyð og turran fisk. - saltan mat, t.d. saltstengur, buljong og saltgrind.
- mildan mat, t.d. fruktgreyt, blakstamp (koldskál), fruktsuppu, rabarbusuppu, ís, fryst jogurt og milkshake.
Ísakaldir drykkir kunnu virka linnandi.
Til eru nógvir góðir og føðsluríkir drykkir úr jogurt. Tað ber til at blanda tomatdjús, sitrónsaft, eggjablommu, ískrem og bitar av ymiskari frukt uppí. Nýt hugflogið og royn ymiskt. Eisini ber til at frysta drykkir til ísterningar og síðan súgva teir.
Royn alt. sum tú veit kann hjálpa
Hvíl teg aftaná máltíðina og ligg við høvdinum høgt. Ver í klæðum, ið ikki eru ov trong. Royn og legg til merkis nær tú fært vaml, um tað er til ávísar tíðir á degnum, ella um serligar umstøður elva til tað, t.d. serligur matur, ávísar hendingar ella umhvørvið. Royn ymiskar broytingar, t.d. at eta aðrar tíðir á degnum enn vanligt, ella royn annan mat.
Nøkur hava gleði í at lurta eftir tónleiki. Royn eisini annað, ið kann virka sissandi, t.d. at lurta eftir útvarpi, hyggja í sjónvarp ella tosa við onkran um tað, ið hevur tín áhuga.
Góð ráð móti vamli
• Drekk ríkiligt, serliga klárar drykkir.
• Byrja dagin við einum veikum temunni og einari keks afturvið.
• Et ikki nógv ísenn.
• Et kaldan mat, ið er luktveikur.
• Gev tær góðar stundir og tygg matin væl.
• Fá tær fríska luft. Um til ber far so ein gongutúr.
Kaldur rættur
Rækjur
Kókaður, kaldur laksur
Salatbløð
Piparfrukt
Tomat
Dypp:
Saftina úr einari sitrón
1/2 dl av vatni
1 tsk. av sukri
Urtir
Verður reitt á ein talerk. Blanda tilfarið til dyppið. Stoyt dyppið oman yvir salatina. Borðreitt verður við keks, breyði ella fínabreyði.
Fruktsalat við smáttuosti
Appelsin
Melón
Víndrúur
Súrepli
Ber
Sker fruktina í bitar. Legg hana í eina skál saman við smáttuosti. Verður borðreitt saman við keks og knekkbreyði.