Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
    • Gransking
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Privatpolitikkur
  • Covid-19
  • en

Heim

01-05-2007

Felagið býður Margret Mortensen hjartaliga vælkomna


Føroya Felag móti Krabbameini hevur sett Margret Mortensen í starv á skrivstovu felagsins – í hálva tíð og fyribils í eitt ár. Margret Mortensen, sum er 47 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1983 og hevur onkologiska og intensiva eftirútbúgving.

Hon hevur nógvar og drúgvar royndir innan krabbameinsøki, hevur síðan hon var útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur starvast innan hetta øki. Hevur starvast á krabbameinsdeild á Bispebjerg Hospital í tvey ár, frá 1985 á ymsum krabbameins deildum á Finsen, og var við til at flyta har frá til Ríkissjúkrahúsið, har hon síðan starvaðist á krabbameinsdeild til 1993.

Síðan 1994 hevur hon starvast á onkologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum.

Á skrivstovuni hjá Krabbameinsfelagnum fer Margret at taka sær av at ráðgeva krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra eins og at taka sær av øðrum uppgávum saman við Jansy Gaardlykke, sum síðan 1996 hevur starvast í felagnum sum dagligur leiðari. Virksemið í felagnum, sum telist millum størstu sjúklingafeløg í Føroyum, er økt nógv seinnu árini.

Felagið skipar javnan fyri skeiðum, ráðstevnum, fyrilestrum og undirvísing, og tað tekur eisini lut í nógvum fundarvirksemi, bæði í Føroyum og uttanlands. Virksemið í sjálvhjálparbólkunum í felagnum er somuleiðis stórt.

Margret Mortensen byrjar í starvinum í dag 1. mai. Felagið býður henni at vera hjartaliga vælkomna.
« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim