Team Rynkeby Galla 2019
Team Rynkeby Galla 2019
Leygarkvøldið varð árliga gallaveistlan hjá Team Rynkeby Føroyar hildin á Hotel Føroyum. Framúr matur, gott undirhald og einastandandi tænasta veitt av Team Rynkeby Føroyar súkklarum og hjálparfólki.
Veistlan er ein liður í innsavningini av peningi, hjá Team Rynkeby Føroyar, til frama fyri børn við álvarsligum hjarta og lungasjúku og krabbameini. Kvøldið endaði við, at Tummas Láadal frá Hotel Føroyum handaði Team Rynkeby Føroyum innkomna peningin. Tað komu kr. 240.000,- inn til gallaveistluna.
Á gallavestluni bar næstforkvinnan í Krabbameinsfelagnum, Sonja Nielsen, fram røðu. Røðan kann lesast niðanfyri.
Gott kvøld góðu gestir
Eg eiti Sonja Nielsen og skal vegna krabbameinsfelagið, sum næstforkvinna, siga nøkurð fá orð til hetta borhaldið.
Hugaligt at síggja so nógv vælhýrd og veitsluklødd fólk samlaði til Team Rynkeby galladøgurða, við fyrsta floks mati og undirhaldi. Eisini eru ein røð av súklarum, sum virka sum tænarar hjá okkum gestum. Alt hetta kvøldið byggir á ólønt arbeiði.
Hava vit øll, sum eru til henda galladøgurðan, nakað í felag?
Endamálið: “At savna pening til álvarsliga sjúk børn”, er karmurin, og ynskið um vælgerð er felagsnevnarin. At gera okkurt, sum gevur meining, at gera mun, hjálpa og veita umsorgan til treingjandi.
Hvar kemur henda tráanin eftir at hjálpa frá? Eg trúgvi, at tað er íborðið okkum menniskju, at hava umsorgan fyri okkara næsta og at vera medmenniskjalig. Í hesum sambandi verði eg mint á etisku leiðreglurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum lýsa tað grundarlag, sum allar handlingar í sjúkrarøktini skulu verða bygdar á og sum her kunnu hjálpa mær at seta orð á tann felags anda, hugburð og mentan, sum er í millum fólkið her.
Grundarlagið fyri øllum vælgerðandi handlingum, er virðingin fyri lívinum hjá hvørjum einstøkum menniskja og tignini, sum er í hvørjum einstøkum menniskja. Vælgerðandi handlingar, so sum frívilligt arbeiði og ynskið um at stuðla, er helst grundað á miskunnsemi, umsorgan og virðing fyri grundleggjandi mannarættindum.
Vit hava grundleggjandi skyldu at vísa miskunsemi og umsorgan fyri øllum, sum líða, uttan mun til, hvør orsøkin til líðingina kann vera. Her kann so fegnast um, at Team Rynkeby stuðlar álvarslsiga sjúkum børnum, um tað so er av krabbameini, hjarta- ella lungnasjúkum. Vit hava medmenniskjaliga ábyrgd fyri menniskjum í øllum tíðarskeiðum frá lívsins byrjan til enda. Virðing má vera fyri menniskjans viðbrekni, við støði í, hvussu hvør einstakur upplivir sína støðu.
Hvussu kann miskunsemi fatast? Miskunsemi sipar til støður, har tann, sum er sterkari og hevur orku, hjálpir tí veika og líðandi til betri lívsgóðsku. Miskunsemi kann lýsast, at vera tað øvugta av líkasælu og hjartaloysi. Tá tú vísur miskunsemi móti onkrum, merkir tað, at tú tekur tær av onkrum og vísur teimum umsorgan. Miskunsemi verður víst, uttan at tað er neyðugt at biðja um hetta.
Sum nevnt, so umfatar medmenniskjalig ábyrgd menniskju í øllum lívstíðarskeiðum. Tá børn verða rakt av álvarsliga sjúku, rørir hetta okkum øll uppaftur meiri og á ein annan sermerktan hátt. Barnið er nakað serstakt, dýrabart, ósekt – nakað guddómmiligt. Barndómurin skal helst verða tryggur og sorgleysur, men vit vita, at soleiðis er tað tíverri ikki altíð.
Vit, sum luttaka her í kvøld, annaðhvørt sum gestir, tænarar, tónleikarar ella umboð fyri feløg, hava okkara egnu søgu, sum orsøk fyri at vilja stuðla. Eg eri so heppin, at eg persónliga havi ikki verið avvarðandi at álvarsliga sjúkum børnum. Tað eri eg takksom fyri. Men eg havi verið avvarðandi at menniskjum, rakt av krabbameini. Orsøkin fyri, at eg eri nenvdini í krabbameinsfelagnum, er ynskið um at viðvirka til menning innan økið, sum stavar frá mínum arbeiði við krabbameinsraktum fólki. Eg eri deildarleiðari á B6, sum varar av nógvum krabbameinsjúklingum. Hetta eru alt menniskju í ymsum lívstíðarskeiðum – eisini nøkur ung. Tó eru javnan børn og ung sum avvarðandi á deildini. Gjøgnum mínar arbeiðsroyndir, upplivi eg hvørjar avleiðingar sjúka kann hava á eitt menniskja og á eina heila familju. Eisini upplivi eg, hvussu stóran mun, stuðul og umsorgan kann gera. Tað kann vera við eini heilsan, nærveru, í praktiskum handlingum, í einum sjúklingafelag, frá fólki í somu støðu ella í tí vón, sum verður kveikt, tá gransking verður stuðlað.
Við hesum upplivingum speglast tað etiska kravið, sum ein danskur filosoffur sum eitur Løgstrup, hevur orðað. Eitt áhaldandi etiskt krav er til hvørt einstakt menniskja. Hetta snýr seg um, at tað, tú ynskir onnur skulu gera móti tær, skalt tú gera móti teimum. Vit hava skyldu til at brýggja okkum um okkara medmenniskju.
Løgstrup sigur soleiðis:
"Den enkelte har aldrig med et andet menneske at gøre, uden at han holder noget af dets liv i sin hånd. Det kan være meget lidt, en forbigående stemning, en oplagthed, man får til at visne, eller som man vækker, en lede man uddyber eller hæver. Men det kan også være forfærdende meget, så det simpelthen står til den enkelte, om den andens liv lykkes eller ej."
Vegna krabbameinsfelagið skal eg ynskja okkum øllum eitt gott og hugnaligt kvøld. Eisini vil eg takka Team Rynkeby fyri teirra arbeiði. Takk fyri, at tit eru til og takk fyri til tykkum øll, sum luttaka til døgurðan.
Eg skal enda við einum øðrum sitatið hjá William Shakespeare um miskunsemi, sum ljóðar soleiðis:
Barmhjertighed holder ikke noget tilbage; den drypper som den milde regn fra himlen på jorden nedenunder. Den er en dobbelt velsignelse; den velsigner ham, der giver, og ham, der tager.
Takk fyri.