palliativa økið verður eftirmett
Krabbameinsfelagið fegnast um, at landsstýriskvinnan hevur tikið stig til at eftirmeta palliativa økið.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur gjørt av, at verandi skipan á palliativa økinum skal eftirmetast. Hon hevur sett arbeiðsbólk, sum skal gera tilmælið til landsstýriskvinnuna, hvussu økið betur eigur at verða skipað og eisini, um hospice skal vera í Føroyum.
Hóast krabbameinsviðgerð seinastu nógvu árini tíbetur alsamt er vorðin betri og fleiri verða frísk, eru tað tíverri framvegis nógv, sum doyggja av krabbameini. Palliativa viðgerðin er týðandi partur av tilboðnum til krabbameinssjúklingar, har lekjandi viðgerð ikki er gjørlig.
Tað vóru stór framstig, tá ið palliativa toymið fór at virka í 2007, og tá ið palliativa eindin lat upp í 2008, og teirra tænasta hevur lætt um hjá nógvum sjúklingum og eisini hjá teimum, sum varða av.
Í Krabbameinsfelagnum fegnast vit um, at landsstýriskvinnan nú hevur tikið stig til, at økið verður eftirmett, so at palliativa tænastan til sjúklingar kann verða enn betri. Bæði krabbameinssjúklingar og eisini aðrar sjúklingar.
At økið verður eftirmett og bygt út samsvarar eisini við tilmælini í Krabbameinsætlanini, har kapittul 10 er um palliatión. Sí her.