Útferð í Kallsoynna við Foreldrabólkinum
Útferð í Kallsoynna við Foreldrabólkinum
Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri útferð í Kallsoynna Kristi himmalferðadag hósdagin 30. mai. Fari verður við Sam úr Klaksvík kl. 10.00 og komi verður aftur til Klaksvíkar áleið kl. 18.00.
Hava tit hug at koma við? Ring til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella skriva til okkum á teldupost kmf@krabbamein.fo og hoyr nærri.
Um foreldrabólkin
Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini.
Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.