24-06-2019
Móttøka verður fyri Team Rynkeby Føroyar kring landið 27. juni
Team Rynkeby Føroyar, sum savnar pening inn til álvarsliga sjúk børn, byrjar ferðina til París hósdagin 27.juni. Tey súkkla fyrsta part av túrinum til París úr Klaksvík til Tórshavn og boða frá, at í tí sambandi er møguleiki at koma og heilsa uppá súkklarar og hjálparfólk og ynskja teimum góða ferð.
Skrá fyri prolog 27. juni 2019
Kl |
Hvar |
10:30 |
Tiltakið byrjar á Helnabrekku |
11:15 |
Fráferð Klaksvík |
11:20 |
Klaksvíkar Sjúkrahús |
11:30 |
Fráferð Klaksvíkar Sjúkrahús |
13:05 |
Koma til Toftir, Bátafelagið |
13:35 |
Fara av Toftum |
13:50 |
Koma til Saltangará, Betri banki. Tiltak byrjar |
14:20 |
Fráferð Saltangará |
15:20 |
Koma til Eydnuna á Oyrarbakka |
15:50 |
Fráferð Eydnan |
17:45 |
Koma til Tórshavn, Reinsaríið |