Umboð fyri Bót til Bata luttikið á Norðurlendskum bróstkrabba fundi
Umboð fyri Bót til Bata luttikið á Norðurlendskum bróstkrabba fundi
Í september var árligi norðurlendski bróstkrabbafundurin hildin í Stockholm, har umboð fyri Svøríki, Noreg, Finland, Danmark, Ísland og Føroyar hittust fyri at kunna hvønn annan um, hvussu støðan viðv. bróstkrabbaviðgerð er í teirra heimlandi.
Norðurlendska samstarvið var sett á stovn á fundi í Føroyum í 2015, og endamálið er at tryggja, at øll norðurlond hava best møguligu viðgerð fyri bróstkrabba.
Fyri Krabbmeinsfelagið luttóku Heidi Hvidbro og Susan Joensen frá bólkinum Bót til bata. Fundurin varð stuðlaður av fyitøkuni Roche.