Føroya vakrasta Gongu½maraton 2019
Føroya vakrasta Gongu½maraton 2019
Leygardagin gingu umleið 400 fólk gongu½maraton. Vit í Krabbameinsfelagnum eru takksom, at vit sleppa at vera partur av Føroya vakrasta hálvmaraton. At vit soleiðis kunnu gera vart við felagið og eisini stimbra fólki at ganga ½ maraton. Vit takka tykkum hjartaliga fyri stuðulin.
Talan hjá Duritu Tausen, formanni í Krabbameinsfelagnum:
Føroya vakrasta 1/2maraton 2019
Vit, sum búleikast á hesum oyggjum, búgva í einum tí vakrasta landinum í heiminum.
Mannahond megnar ikki at skapa nakað, sum er so vakurt, sum skapanarverkið. Sum náttúran.
Vakurleikin ger mangan, at eg eri um at missa ondina. Og hvør árstíðin hevur sítt.
Veturin – tá ið kavin ger at øll náttúran verður so rein. Og tá ið sjálvt vit B-menniskju kunnu gleðast um sólarrisið og A-mennisku um sólsetrið.
Várið – tá ið allur vøksturin livnar aftur og flytifuglurin aftur kemur at vitja. Tá ið litirnar verða bjartari og bjartari.
Summarið – tá ið sólin gloymir at leggja seg um kvøldið, men er uppi alla náttina.
Heystið – tá ið grasið, eina løtu afturat, hevur sín vakra grøna lit. Og hvør sóldagur er ein serlig gáva.
Náttúran í Føroyum er vøkur, men tað allar besta við at búgva í Føroyum, tað er fólkið, sum býr her.
Tann hjálp og umsorgan, sum verða veitt, tá ið lívið kennist eirindaleyst.
Alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt.
Allur stuðul, sum fyritøkur og virki veita.
Og at vit hava nakað, sum eitur ‘Føroya vakrasta hálvmaraton’.
Tað er ikki sjálvsagt. Tað ber bara til, tí at fyritøkur, feløg, kommunurnar í oynni, Landsverk og fólkið, sum býr her – at øll gera sín part.
Og so eisini øll tit, sum hava teknað tykkum at ganga og renna. Takk at tit hava tikið av, og at tit stuðla.
Vit í Krabbameinsfelagnum takka øllum hjartaliga. At tit hjálpa okkum at hjálpa.
Í heystarkuldanum, sum nú kemur sníkjandi, vermir tað hjartarøturnar.
Takk.
Nú er klárt at fara avstað – til Føroya vakrasta hálvmaraton. Kanska heimsins vakrasta hálvmaraton.
Hjá mær er bara eftir at ynskja okkum øllum góða ferð og telja niður.