Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Føroyar móti krabba
    • Til fyritøkur
    • Til skúlar
    • Til kórsangarar
    • Grannakaffi
    • Miðlar
    • Stuðla
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
    • Gransking
  • Stuðla
    • Føroyar móti krabba
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • 62°N VINNA
    • 62°N CAR RENTAL
    • Spyr.fo
    • Einfald list
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Privatpolitikkur
    • Greinar
  • Covid-19
  • en

Heim

15-09-2019

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby Føroyar


Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður dagliga leiðaranum hjá Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, á samkomu í Aulini í Finsen leygardagin.

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby Føroyar


Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.407.000 kr.


Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður dagliga leiðaranum hjá Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, á samkomu í Aulini í Finsen leygardagin.


Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.


Krabbameinsfelagið vil við hesum takka Team Rynkeby Føroyar so hjartaliga fyri stuðulin .

 

Talan hjá Jansy Gaardlykke, dagliga leiðara hjá Krabbameinsfelagnum, ið hon helt í samband við handanina kann lesast her:

 

Góðan dag øll somul!

 

Aftur í ár hava vit tað stóru gleði at taka ímóti peningagávu frá tykkum í Team Rynkby Føroyar. Við hesi gávu hjálpa tit okkum at hjálpa, soleiðis at børn, sum eru álvarsliga sjúk, fáa fíggjarligan styrk – bæði børnini og familjur teirra.

 

Tit hava eisini skapt áhuga hjá granskarum til at fara undir gransking í álvarsliga sjúkum hjá børnum. Við stuðli frá tykkum fór ein granskingarverkætlan við m.ø. barnakrabba í Føroyum av bakkastokki fyrr í ár. Tit sáddu eitt fræ ið vaks, sum nú ber stóran ávøkstur. Við hesi gávu eru tit við til at geva lívsmót og skapa ljósglottar.

 

Tá álvarsliga sjúka hjá børnum gerst ein partur av  lívinum, broytast lívskorini hjá familjuni. Fyri nøkur í styttri ella longri tíð – fyri onnur restina av lívinum. Hetta ger, at lívið ofta verður merkt av stúran, og ringt kann vera at finna fótafestið.

 

“Hakuna Matata” – “ikki stúra”, er ein setnigur úr tjóðarmálinum í Tanzania. “Hakuna matata” er eisini heiti á einum sangi úr kenda Walt Disney filminum, Lion King. Lítli leyvuungin Simba, ið filmurin snýr seg um, er rímdur heimanífrá, tí hann heldur, at hann er orsøkin til, at pápi sín datt oman og doyði.

 

Mitt í einseminum, sorgini og stúranini møtir hann Timon og Pumba, og teir gerast bestu vinir. Timon og Pumba hava gjørt sær eina lívsáskoðan, ið byggir á at stúra minni. Hesa lívsáskoðan royna teir at læra Simba.

 

Ikki tí at teir sjálvir hava liva eitt sorgleyst lív. Serliga Pumba hevur havt nógva mótgongd við sorg og stúran, har nærum øll vendu honum baki. Í torføru støðuni, tá hann var fyltur við vónloysi, var tað Timon, ið stóð við hansara lið, sum fekk hann at hugsa um okkurt annað og hjálpti honum at fáa mótið aftur.

 

“Hakuna Matata” er ein metaforur, ið kann samanberast við Team Rynkeby Føroyar, og gevur góða meining til tað stóra vælgerandi arbeiði tit gera at hjálpa álvarsliga sjúkum børnum.

 

Tit gera nakað, sum gevur meining og ger mun. Tit veita umsorgan til treingjandi og eru við til at skapa løtur við minni stúran.

 

Sjálv havi eg havt tað stóru gleði av at verið partur av súkkluhópinum í Team Rynkeby í 2014 og í 2015. Ein kropslig og sálarlig ferð, har eg ongantíð fyrr havi merkt so nógvan kærleika, samanhald og umhugsni frá øðrum fólkum, ið eg ikki kendi áðrenn.

 

Ósjálvsøkin deildu vit alt: Gott lag, uppmuntran, klemm, felagssang, skemt, grát og tár, ketuolju, cykluslangur, energibarr, søgur og góð prát. Eg kendi meg hepna at fáa lov at vera partur av einum felagsskapi, ið hevði so nógvar eldsálir. Saman gjørdust vit eitt lið og knýttu vinarbond fyri lívið

 

Tá eg byrjaði at súkkla, helt eg at avbjóðingin í mestan mun fór at vera kropslig. Eg vandi nógv og kom í so góða venjing, sum eg ikki havi verið áður. Men eg hevði ikki roknað við, at tann sálarliga avbjóðingin og menningin, sum eg fór gjøgnum, var so stór.  

 

Nakað av tí torførasta fyri meg á túrunum, var at avleiða tankarnar og hugsa um okkurt annað, tá eg hevði ilt allastaðni og var útkoyrd. Onkuntíð var eg ill og skuffað inn á meg sjálva, tí mín stoltleiki leið undir at seinka liðnum.  Mínir liðfelagar høvdu stríð av mær, tí eg mátti fáa skump niðan brekkur, tá eg ikki hevði kreftirnar sjálv.

 

At vera tvungin til at góðtaka at deila veikar síður hjá mær sjálvari við onnur og taka ímóti hjálp var ein avbjóðing, samstundis sum eg var ómetaliga takksom.  Frá liðnum fekk eg stuðul, eina hjálpandi hond og vinarlig orð, sum gjørdu allan munin. Hetta gjørdi, at eg kundi flyta fokus frá at stúra, til at fáa mótið og orkuna aftur. 

 

Eg hevði løtur, har eg hevði hug at geva upp og tók synd í mær sjálvari. Tá kom ofta sangurin “Hakuna Matata” og tann føroyski dansurin fram fyri meg  -  fetini tvey fram og eitt aftur -  og settu endamálið við túrinum og  støðuna hjá teimum, ið eru álvrsliga sjúk, inn í eitt størri høpi. Eg kundi, um eg vildi, gevast og siga: “stop, nú orki eg ikki meira!” Tað kunnu tey, ið eru sjúk og familjur teirra ikki. Tey eru í eini støðu, ið er alt alt annað enn løtt, har tey ikki hava nakað annað val.

 

Í Krabbameinsfelagnum hava vit havt samband við nógvar av teimum familjunum, ið hava fingið peningaligan stuðul frá innkomna peninginum. Tey eru ómetaliga takksom fyri stuðulin.

 

Tað hevur eisini havt stóran týdning fyri tey at vita, at tað eru so nógv fólk, sum sjálvboðin geva so nógv av sær sjálvum, nýta tíð og orku, og leggja so nógv fyri. Tað er ein drívmegi at vita, at tað eru onnur sum stríðast saman við teimum. Tað veitir troyst, gevur mót og lættir um.

 

Í øllum tí, sum vit framvegis ikki vita, er tað ein vón um, at tað finst ein loysn um at loysa krabbameinsgátuna  - um nýggjar viðgerðarmøguleikar og vitan, ið eisini kann nýtast sum fyribyrging av álvarsliga sjúkum hjá børnum.

 

Við hesi afturvendandi peningagávu skapa tit grundarlag og møguleikar fyri at koma hesum nærri. Tit eru eisini við til at skapa felagsskap og samanhald, ið gevur styrki, og tit eru við til at skapa løtur við minni stúran hjá mongum. Tað eru vit tykkum so inniliga takksom fyri.  

 

Takk fyri.                                                         

Jansy Gaardlykke                                                       

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim