Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Føroyar móti krabba
    • Til fyritøkur
    • Til skúlar
    • Til kórsangarar
    • Grannakaffi
    • Miðlar
    • Stuðla
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
    • Gransking
  • Stuðla
    • Føroyar móti krabba
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • 62°N VINNA
    • 62°N CAR RENTAL
    • Spyr.fo
    • Einfald list
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Privatpolitikkur
    • Greinar
  • Covid-19
  • en

Heim

07-10-2019

Væleydnað tiltak um munnrøkt hjá fólki við krabbameini


Mikukvøldið 2. oktober skipaði Krabbameinsfelagið fyri kunnandi fyrilestrum um, hvussu týðandi tað er hjá krabbameinssjúklingum at røkja munnin væl.

Væleydnað tiltak um munnrøkt hjá fólki við krabbameini


Mikukvøldið 2. oktober skipaði Krabbameinsfelagið fyri kunnandi fyrilestrum um, hvussu týðandi  tað er hjá krabbameinssjúklingum at røkja munnin væl. 130 fólk vóru til fyrilestrarnar.


Fólk, ið fáa viðgerð fyri krabbamein, eiga at røkja munn og tenn væl, eins og heilstarvsfólk eiga at kunna um, hvussu týðandi góð munnrøkt er. Fólk við krabbameini hava serligan tørv á góðari munnrøkt, tí munntrupulleikar kunnu standast av sjúkuni, av stráluviðgerð, kemoterapi ella aðrari medisinskari viðgerð. 

 

Fyrilestrarhaldarar vóru Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, Sigga í Garðastovu, tannlækni, og Leif Olsen, sosialráðgevi.


Jansy greiddi frá ritgerð, sum hon saman við øðrum gjørdi í sambandi við ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkrarøkt. Jansy kom m.a. inn á, at fólk, ið eru í viðgerð fyri krabbamein, vita ov lítið um munnrøkt. Røktarstarvsfólkum tørvar eisini undirvísing og vitan í at veita røttu munnrøktina, og um hvørji amboð skulu nýtast.

 
Viðgerðin fyri krabbamein er ógvuliga fjøltáttað og fylgjurnar kunnu vera nógvar, m.a. munntrupulleikar. Tí eru fólk, ið fáa krabbameinsviðgerð, ógvuliga útsett. Góð munnrøkt er ógvuliga týðandi fyri munn og tenn, og ikki minst fyri at hava so góða heilsustøðu sum til ber, og fyri at fyribyrgja aðrar sjúkur, til dømis brunasjúkur. 


Krabbameinsviðgerðin fer illa við munninum, bæði tonnum, slímhinnum og spýttkertlum. Krabbameinsviðgerðin ger eisini, at spýttið broytist, soleiðis at tað ikki verjir líka væl, slímhinnurnar verða turrar og infektjónsvandin verður tí størri. Hesir trupulleikar koma undir viðgerðini, men kunnu eisini koma, eftir at viðgerðin er liðug, og kunnu gerast varandi. 


Er munnrøktin ikki nøktandi, kann tað ávirka viðgerðina nógv. Tað kann vera, at hon má útsetast ella leingjast, meiri heilivágur má verða givin, og tann sjúki kemur seinni fyri seg ella kemur als ikki fyri seg.


Sigga greiddi frá, hvussu munn - og tanntrupulleikar kunnu fyribyrgjast. Hvussu umráðandi tað er at halda tenninar reinar og røkja munnin og ansa eftir, at hann ikki gerst ov turrur. Hon greiddi væl frá, hvørji amboð og hjálparráð eru, og hvussu røktarstarvsfólk kunnu hjálpa sjúklinginum.


Leif greiddi frá, hvørjir møguleikar eru at fáa stuðul frá Almannaverkinum, tá ið talan er um skaða í munninum, tonnunum og tannhaldinum orsakað av viðgerð fyri krabbamein. Hann greiddi somuleiðis frá, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa stuðul, m.a. at talan skal vera um varandi mein av sjúkuni. 

 

Tak niður faldara um munnrøkt her! 


Krabbameinsfelagið

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim