Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiði í listterapi
Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiði í listterapi
Nær:
Bólkurin byrjar um hálvan apríl og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna í 3 til 4 tímar.
Hvør:
Øll, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu luttaka. Nógv halda seg skula vera listafólk, men tvørturímóti kann tað vera ein fyrimunur ikki at vera vanur at úttrykkja seg kreativt.
Hvat:
Royndirnar hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at luttakararnir hava stóra gleði av at vera saman og - frítt og í trúnaði - deila tað, tey hava í felag.
Á skeiðnum í listterapi kanst tú - umframt at úttrykkja teg í talu - eisini brúka t. d. skriving, tekning og máling. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við kreativu uppgávurnar, og hevur hetta higartil ikki verið nakar trupulleiki hjá nøkrum luttakara. Dentur verður lagdur á, at tú skalt føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar.
Viðkomandi undirvísing, ymisk øvilsir og ein løtt máltíð eru eisini partur av skeiðnum. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur.
Brot úr afturmeldingum:
“Skeiðsferðin hevur verið lærurík og avbjóðandi. Tað er ikki altíð lætt at tosa um kenslur, stúranir ella tað, ið eingin sær. Gjøgnum at skriva, tekna, tilevna og skapa eru tankar og kenslur komnar fram, sum hava verið grundarlag fyri samrøðu og samveru.”
“Skeiðið hevur givið mær nógv at taka við mær. Ikki bara aksept – men, eisini at síggja nýggjar møguleikar. Og at seta enn meira ljós á tað góða í løtuni.”
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.