Kunning um Coronavirus til fólk við krabbameini
Kunning um Coronavirus til fólk við krabbameini
Um tú hevur krabbamein, ert tú í vandabólki at fáa smittu við coronavirusi. Tú eigur at vera serliga ansin og fylgja ráðunum hjá heilsumynduleikunum, ið kunnu lesast her.
Vit ráða tær til at seta teg í samband við viðgerðarstað ella lækna, um tú ivast í hvørji serlig fyrivarni eru galdandi í tínari støðu.
Sum krabbameinssjúklingur kanst tú gerast stúrin um útbrotið av coronavirusinum (Covid-19), sum nú aftur er staðfest í Føroyum. Hjá Krabbameinsfelagnum fylgja vit væl við støðuni og fylgja ráðunum hjá heilsumynduleikunum.
Krabbameinsfelagið mælir til, at tú fylgir við kunningini hjá heilsumynduleikunum: Hjá Landslæknanum, hjá Heilsumálaráðnum, umframt hjá Kræftens bekæmpelse.
Viðmælini hjá heilsumynduleikunum til fólk í vandabólki:
- skýggja støð, so sum, størri tiltøk har nógv fólk eru samla tætt saman og vit mæla t.d. frá at tú nýtir almennar ferðslumiðlar í ringastu ferðslu tíð.
- Hav gott hondreinføri og vaska hendurnar væl um tú hevur nomið við t.d. eitt handtak og eisini tá tú kemur heim. Umhugsa at nýta hanskar tá tú fert út.
- Lat vera við at nerta við nøs, munn og eygu, um tú ikki hevur reinar hendur, tí virus vanliga smittar frá hondum til slímhinnurnar í nøs, munni og eygum.
- Halt frástøðu til fólk, ið hava sjúkutekin so sum hosta ella njósi, tí smittuspjaðing hendir ofta við dropum frá hosta og njósa, ið kunnu spjaða seg gjøgnum luftina í 1-2 metrar frástøðu og á hendan hátt smitta onnur gjøgnum munn, nøs og eygu. Droparnir fella tó skjótt til jarðar og verða ikki hangandi í luftini.
- Fylg við almennu ráðunum um reinføri og verumáta í samfelagnum, sum tú kann lesa um omanfyri t.d. ikki taka í hondina og ikki klemma og mussa.
- Um tú hevur tørv á serligari ráðgeving viðvíkjandi júst tíni sjúku, eigur tú at tosa við tín lækna.
Ráðgeving
Tú er vælkomin at seta teg í samband við Krabbameinsfelagið.
Tú kann ringja hvønn dag millum 13 og 15 á telefon 317959. Um tú ringir uttanfyri telefontíð ber til at leggja boð á telefonsvararan og vit ringja teg upp aftur.
Heilsumálaráðið hevur corona ráðgeving, sí meira á corona.fo, ella ring á telefon 304040 mánadag - fríggjadag frá kl. 10.00 til 15.00.
Um tú hevur tørv á ráðgeving í mun til ítøkiligan tilburð av sjúku, hjá tær sjálvum ella einum avvarðandi, eigur tú at seta teg í samband við egnan lækna ella viðgerðandi deild á sjúkrahúsinum.
Fakta um corona
Coronavirus er eitt slag av virus, ið kann verða orsøk til milt krím, men eisini álvarsligan bruna í andaleiðini.
Tekin uppá COVID-19 kunnu vera fepur, hosti ella andaneyð. Sjúkueyðkenni kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir at tú ert vorðin smittaður.
Um tekin eru um sjúku (fepur, turrur hosti ella andaneyð) 14 dagar eftir heimkomu frá útlandinum, er tað umráðandi at tú ringir til læknan áðrenn tú fert til lækna og ikki møta upp á staðnum. Uttan fyri upplatingartíðir skal tú venda tær til læknavaktina á telefon 1870.