Njót sólina í Føroyum
Njót sólina í Føroyum
Vársólin er komin, og vit kunnu gleðast um mangar veðurgóðar dagar. Dagar sum bjóða til samveru og gongutúrar, har tað er lættari at vera saman við frástøðu. Mong hava eisini sett sær fyri at vera heima í Føroyum hetta summarið, nú korona ger tað tvørligt at leita út í heim. Men eisini í Føroyum kunnu við verða sólskáldað, um vit ikki ansa eftir sólini.
Vit skulu ikki renna undan sólini, men njóta hana við skili. Krabbamein í húðini er vanligt krabbameinsslag um okkara leiðir. Hetta tí mong hava ljósa húð, og tí ikki tola sólina í ov stórum nøgdum. Men útvið 90 % av øllum tilburðum av húð- og móðurmerkjakrabbameini kunnu verða fyribyrgd, um vit verja okkum móti úv-strálum frá sólini og lata vera at brúka solarium.
Krabbamein í húðini er lætt at fyribyrgja, um tú bert fylgir fýra einføldum ráðum:
1. Skuggi. Sólin er sterkast millum kl. 12 og 15. Tá er skilagott at vera í skugganum ella hava steðgir frá sólini. Tær nýtist ikki at vera í beinleiðis sól fyri at fáa lit.
2. Klæði. Brúka klæði, ið verja nakka, kropp, yvirarmar og lør. Leys, tættvovin klæði úr bummull verja best. Brúka sólhatt ið fjalir høvd, oyru og skuggar fyri andlit og nakka. Sólbrillur verja móti uv-strálum og skaðum á eygu.
3. Sólkrem. Brúka sólkrem við í minsta lagi faktori (SPF) 15, har sum klæði ikki verja húðina. Í londum tættari við Ekvator verður mælt til sólkrem við faktori 30. Hóast tú brúkar solkrem, eigur tú ikki at liggja og steikja í sólini.
4. Sløkk solarium. Solarium økja munandi um vandan fyri krabba í húðini.
Verj børnini
Sólverja er umráðandi, serstakliga fyri børn. Tess oftari børn verða sólskáldað, tess størri er vandin at fáa krabbamein í húðini seinni í lívinum. Pinkubørn eiga als ikki at vera í sól og nýtast tí ikki at verða smurd í sólkrem.
D-vitamin og sól
Likaminum tørvar D-vitaminir fyri at kunna taka kálk og varðveita sterka beinagrind alt lívið. Harumframt fyribyrgja D-vitaminir sjúkum. D-vitamin verður ment, tá uv-strálurnar frá sólini raka húðina. Hóast tú nýtur sólina við skili, brúkar sólkrem og ert í skugganum, fært tú ta neyðugu nøgdina av D-vitaminum. Likamið ger nóg mikið av D-vitaminum, um tú bert ert úti í sólini 10-20 minuttir tríggjar ferðir um vikuna.
Fylg við uv-indeksinum
Tá uv-indeksið er 3 ella omanfyri, eigur tú at verja teg við at smyrja sólkrem á húðina. Við ókeypis appini, “Uv-indeks”, kanst tú kanna uv-indeksið, har tú ert. Tú kanst taka niður appina ókeypis í App Store og Google Play.
Gott summar!