Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 16 mars 2021 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Á skránni verður hugni, prát og ein drekkamuður.
Nevndin fer at greiða frá , hvørjum hon hevur arbeitt við í seinastuni.
At práta og fáa góð ráð um tað man hevur til felags, kann vera gott og gevandi.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Kundi tú hugsað at luttikið, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin tann 16. mars kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo