02-10-2008
Ljósareyða sloyfan í SMS
Í oktober mánaði á hvørjum ári varpar Føroya Felag Móti Krabbameini ljós á bróstkrabba.
Í ár byrjar átakið við einum tiltakið í SMS fríggjadagin 3. oktobur, tá kvinnur frá sjálvhjálparbólkinum Bót til Bata verða á torginum frá klokkan 13 til 19.
Høvi verður at práta við kvinnurnar frá sjálvhjálparbólkinum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini, og tær býta út upplýsandi tilfar um bróstkrabba og skriv við sjey góðum ráðum móti bróstkrabba.
Ljósareyða sloyfan er ímyndin í stríðnum móti bróstkrabba, og fríggjadagin ber eisini til at keypa bæði svarta T-shirt og svartar sokkar við sloyfu á.
Endamálið við árliga átakinum móti bróstkrabba er at gera fólk varug við, at jú fyrr krabbamein i bróstinum verður viðgjørt, jú fleiri lív kunnu verða bjargað. Í Føroyum verður ein út av 10 kvinnum rakt av krabba í bróstunum.
Tú kanst hjálpa okkum í stríðnum móti hesi sjúku við eini peningaupphædd ella við at keypa blusur, sokkar ella eina ljósareyða sloyfu.
Kvinnur mugu eisini kanna síni egnu bróst regluliga og spyrja mammu tína, systir tína og vinkonurnar, um tær kanna bróstini regluliga. Jú skjótari sjúkan verður uppdagað, jú betri møguleikar eru fyri at gerast frísk aftur.