12-09-2008
Norðurlendsk ráðstevna um bróstkrabba í Føroyum
Vikuskiftið 19. og 20. september verður norðurlendsk ráðstevna fyri kvinnur, sum hava havt bróstkrabbamein. Tað er sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata, sum skipar fyri.
Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað kvinnum, sum hava havt bróstkrabba og, sum arbeiða sum sjálvboðnir ráðgevarar hjá bólkinum Bót til Bata í Føroya Felag Móti Krabbameini. Talan er um eina afturvendandi norðurlendska ráðstevnu, sum verður hildin annað hvørt ár upp á skift í teim ymisku norðurlendsku londunum.
Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan verður í Føroyum. Tað eru í ár 20 ár liðin, síðani bólkurin Bót til Bata varð stovnaður, og í tí sambandi hevur bólkurin valt, at afturvendandi norðurlendska ráðstevnan skal vera í Føroyum. Bót til Bata er fyrsti bólkur, sum varð stovnaður í Føroya Felag Móti Krabbameini. Í dag virka 11 sjálvbodnar kvinnur í bólkinum, og á ráðstevnuni, sum verður hildin í Hotel Føroyum vera í alt 140 kvinnur úr Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum.
Bólkurin, Bót til Bata, var stovnaður í 1998, tí arbeiðið hjá Føroya Felag Móti Krabbameini vísti, at tørvur var á skipaðum sjálvhjálpararbeiðið. Hóast flestu kvinnur hugsa, at tær skulu sjálvar klára tað, tá tær eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabba, so taka nógvar av tilboðnum hjá Bót til Bata.
Sjálvboðnu ráðgevararnir í Bót til Bata hjálpa, stuðla og vegleiða kvinnum, sum koma í somu støðu, sum tær sjálvar hava verið í. Endamálið við bólkinum er eisini at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi, at varpa ljós á bróstkrabba og um, hvussu sjúkan kann fyribyrgjast og at savna inn pening til gransking av hesi sjúku. Eisini arbeiðir bólkurin fyri at bøta um viðurskiftini hjá hesum sjúklingabólki.
Endamálið við norðurlendsku ráðstevnuni er at geva sjálvboðnu ráðgevunum høvi at koma saman fyri at fáa íblástur frá hvørji aðrari. Eisini er undirvísing á skránni við góðum fyrilestrahaldarum. Tann seinna dagin - leygardag fyrrapart - hava heilsustarvsfólk møguleika at vera við, tí tá koma kendir serfrøðingar at greiða frá um nýggja viðgerð og røkt innan bróstkrabba.