Krabbameinsfelagið fingið peningagávu frá Skótahjálpini 2015
Á myndini síggjast skótarnir í fuglafirđi saman viđ leiđararum, nevndini fyri skótahjálpina, umbođ fyri Jimmia og Jansy Gaardlykke frá Krabbameinsfelagnum
Krabbameinsfelagið fingið peningagávu frá Skótahjálpini 2015
Á samkomu í Skótahúsinum í fuglafirði í gjárkvøldið fekk Krabbameinsfelagið handa eina peningagávu á kr. 50.000,- frá Skótahjálpini.
Skótar kringa landið hava í tíðarskeiðnum 19. til 26. september 2015 savna saman pening til tvær verkætlanir. Talan er um eina útlendska og eina føroyska verkætlan. Tann útlendska verkætlanin er eitt heim í Kenya fyri mammur við smábørnum, ið eru raktar av harðskapi. Tann føroyska verkætlanin er mennandi familjudagar fyri familjur við børnum, sum hava mist mammu ella pápa av krabbameini, tað er Krabbameinsfelagið íð stendur fyri hesum arbeiði.