11-12-2015
Dreingjakórið undir Brúnni sang til jólaborðhaldið

Árliga jólaborðhaldið hjá Krabbameinsfelagnum, fyri teimum, ið gera sjálboðið arbeiði fyri felagið, var týskvøldið 8. desember 2015.
Árliga jólaborðhaldið hjá Krabbameinsfelagnum, fyri teimum, ið gera sjálboðið arbeiði fyri felagið, var týskvøldið 8. desember 2015.
Dreingjakórið undir Brúnni, stjørna av Eli Smith, sang nakrar sangir fyri okkum. Tað var eitt satt upplivilsi at hoyra hesar ungu dreingir syngja, teir sungu m.a. á hebraiskum, týskum og fronskum.
Takk til Eli Smith og Dreingjakórið undir Brúnni.