Heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum í nýggjum hami

Heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum í nýggjum hami
Í longri tíð hevur Krabbameinsfelagið arbeitt við at gera eina nýggja heimasíðu. Gamla heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum var vorðin ov gomul, tað var ringt at finna tað ein hevði tørv á. Tí varð stig tikið til at gera eina nýggja heimasíðu við vøkrum einfaldum sniði og við fleiri møguleikum. M.a. er lættari, at finna tey mongu tilboðini felagið hevur, eitt nú ráðgeving og hjálparbólkar, at lata Krabbameinsfelagnum gávur umvegis heimasíðuna, at lýsa komandi tiltøk o.a. og so hóskar hon munandi betur til teldlar og snildtelefonir. Nýggja heimasíðan er ment í samstarv við Sendistovuna Vit eru sera fegin um at hava fingið eina góða og snøgga heimasíðu.