Grannakaffi fyri aðru ferð

Grannakaffi fyri aðru ferð
Stuðulstiltakið Grannakaffi varð hildið fyrstu ferð 14. mars 2015. Tiltakið eydnaðist sera væl. Føroyingar kring alt landi savnaðu áleið hálva millión krónur inn til arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum.
Grannakaffi 2016 verður vikuskifti 5. - 6. mars 2016. Tilmeldingin at gerast vertur er byrja. Í fjör vóru 110 vertir um allar Føroyar. Krabbameinsfelagið vónar at áhugin í ár er líka stórur.
Melda teg til at verða vertur fyri Grannakaffi 2016 umvegis heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=249