Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
    • Gransking
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Privatpolitikkur
  • Covid-19
  • en

Heim

19-02-2016

Takksom fyri einastandandi hjálpina


Tá ið Laila Reynheim misti mannin av krabbameini, sat hon einsamøll við fimm døtrum og einum stórum húsum í Havn. Ikki bara var hetta ein kreppustøða hjá teimum sum familja, men eisini fíggjarliga gjørdist dagligdagurin ógvuliga tungur fyri Lailu.

 

Takksom fyri einastandandi hjálpina

Tá ið Laila Reynheim misti mannin av krabbameini, sat hon einsamøll við fimm døtrum og einum stórum húsum í Havn. Ikki bara var hetta ein kreppustøða hjá teimum sum familja, men eisini fíggjarliga gjørdist dagligdagurin ógvuliga tungur fyri Lailu. “Eg visti ikki, um eg kundi loyva mær at venda mær til Krabbameinsfelagið, tá ið eg ikki var limur,” sigur Laila, sum eftir eina tíð tó setti seg í samband við felagið. “Eg eri so ómetaliga takksom fyri hjálpina, vit fingu frá Krabbameinsfelagnum, tí tey tóku sær av okkum sum familja.” Tá ið Laila so frætti, at Krabbameinsfelagið skipaði fyri Grannakaffi og lýsti eftir vertum, var hon onga løtu í iva um, at hetta var góður máti hjá sær at takka fyri hjálpina, hon og døturnar fingu.

 

Takksemið hjá Lailu fatar eisini um familjuna; hennara 4 systkin og onnur í familjuni, sum hava verið henni til stóra hjálp og stuðul í tíðini, eftir at hon misti mannin. Gott hálvtannað ár eftir at maðurin doyði, vann tá 17 ára gamla dóttirin 1 millión í Gekkinum, hetta var í 2013. Laila og døturnar gjørdu av at brúka part av vinninginum at umvæla húsini, men tveir mánaðir eftir stóra vinningin, doyði ein fastir, sum átti eini lítil hús í Vesturbýnum. Hesi húsini stóðu nú Lailu í boði, men døturnar vildu í fyrstu syftu ikki flyta. Húsini hjá fastrini høvdu omma og abbi Lailu bygt undir krígnum, og tá ið “Til sølu” skiltið var komið í vindeyga at standa, fekk Laila ilt í hjartað og iðraði seg. Hon vildi fegin flyta í lítlu húsini, sum omman og abbin høvdu bygt, tí hóast nógv var at gera við húsini, stóðu systkin hennara klár at veita eina hjálpandi hond.

 

 

“Av tí at húsini stóðu í hálvum gekki, bjóðaði systir mín síni hús á Hamarinum á Argjum til Grannakaffi,” sigur Laila. Opið hús var allan dagin, og nógv fólk komu og fóru í jøvnum streymi frá morgni til myrkurs. Heilt óvæntað kom ein mostir eisini við tveimum myndum, sum Laila og systirin settu á uppboðssølu, soleiðis at fólk kundu bjóða upp á myndirnar og á tann hátt stuðla góða endamálinum. “Eg gjørdist eisini heilt rørd, tá ið sjálvt gamlir skúlafelagar, sum eg ikki havi havt nógv samband við, komu á gátt,” sigur Laila fegin. Á ólavsøku í fjør flutti Laila Reynheim inn í lítlu húsini, sum nú eru umvæld frá gólvi til loft. “Í ár ætli eg mær at hava Grannakaffi heima hjá mær sjálvari, tí hóast húsini eru lítil, so rúma tey nógvum fólki,” sigur Laila Reynheim og heldur fram: ”eg havi fingið so góða hjálp frá Krabbameinsfelagnum og frá míni fantastisku familju og vil á henda hátt fegin siga takk.”

 

Sí eisini samrøðu við Lailu í Sosialinum frá 22. februar 2016

 

 

(myndirnar eru úr Sosialinum)

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim