Lesandi í starvsvenjing

Lesandi í starvsvenjing
Krabbameinsfelagið fegnast um at hava fingið sjúkrarøktarfrøðislesandi í observatiónspraktik. Sólja J. Christiansen lesur sjúkrarøktafrøði á Diakonissestiftelsen í Keypmannahavn, har hon er í holt við tað síðsta semestri av útbúgvingini. Sólja hevur, sum partur av hennara útbúgving, ofta havt samband við krabbameinssjúklingar og helt hon tað vera viðkomandi at koma í praktik hjá Krabbameinsfelagnum. Komandi vikuna skal hon vera á Krabbameinsfelagnum og vónandi fáa størri innlit í arbeiði, sum verður gjørt her.
Tað er ein stór gleði fyri Krabbameinsfelagið at hava fingið Sólju í praktik.