Føroya Felag Móti Krabbameini skipar fyri kanning við spurnarbløðum
Kanningin hevur heitið: "At liva við krabbameini". Tað er okkara vón, at so nógv - sum til ber - taka lut í kanningini.
Kanningin er fyri tey, sum hava og tey, sum hava havt krabbamein.
Tey sum ynskja at taka lut verða biðin um at ringja til felagið, tlf. 31 79 59, mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til 15.
Felagið sendir øllum, sum ynskja, spurnarblað við postinum.
Í kanningini verður roynt at finna fram til, hvørji viðurskifti hava stórst týdning fyri hvønn einstakan, og hvør hjálp er mest umráðandi.
Øll svarini verða viðgjørd í trúnaði.
Tú kanst trygt venda tær til felagið, eisini um tú ikki hevur hug at taka lut í kanningini.