Turrur muður og hálsur
Turrur muður og hálsur koma bæði av heilivági og av aðrari viðgerð. Tað er ongin ivi um, at krabbamein og stráluviðgerð á høvur og háls minka um spýttnøgdina og gera spýttið tjúkt og seigt. Maturin kennist turrur í munninum og torført er at svølgja. Hetta batnar vanliga, tá stráluviðgerðin er av. Her eru nøkur linnandi ráð og uppskot um góðan mat.
Drekk ríkiligt og røkta munnin væl
•Drekk minst 2 litrar um dagin. Gev tær far um tað tú drekkur.
•Drekk saft (Ribena), sodavatn, djús, danskt vatn, maltøl, buljong, te v/ sukur í, súrmjólkaúrdráttir sum AB mjólk og blak.
•Havrasuppa tykist at smyrja væl, hon kan eisini smakkast til við sukri og/ella við fruktsaft.
•Hav altíð eina kannu av havrasuppu standandi, sum tú kanst smakka tær á.
•Hevur tú ampa av seigum spýtti og slími, skal tú helst ikki drekka søtmjólk. Flótt vatn og flótt te við sukri í kann hjálpa til at loysa seigt slím.
•Fært tú ikki nóg mikið av orku, eigur tú at velja orkuríkar drykkir (les í partinum um ringan matarlyst).
•Spýttgerðin kann økjast við at tyggja sukurfrítt tyggjugummi og súr bomm, eisini kann spýttnøgdin økjast við at busta tenn áðrenn etið verður. Busta eisini tenn eftir máltíðina.
Skola munnin við saltvatni áðrenn og aftaná, at tú hevur etið. Saltvatn fæst á apotekinum. Eisini ber til at blanda tað sjálv/ur (1 tsk. av salti í 1 litur av vatni). Á apotekinum fæst “handilsspýtt”. Summum dáma hetta, øðrum dáma betur at væta munnin við vatni. Royn at hava eina fløsku av vatni í nánd. Tú fært ofta brúk fyri vatni at væta munnin við, bæði tá tú tosar, gongur ein túr ella etur. Spýttið forðar fyri at tennirnar brenna. Tað er týdningarmikið at røkta munnin væl, um tú hevur lítið spýtt. Skola munnin í fluor-skolivatni og far javnan til tannlækna.
Bleytur ella mosaður matur
Tað er lætt at svølgja mat, sum er bleytur, sevjumikil ella flótandi.
Her eru nøkur dømi:
•Et bleytan fisk, fiskafrikadellur, knettir, fiskabollar, fiskabuding og annan góðan mat aftur við kókaðum ella mosaðum eplum.
•Fá tær nógva sós, so tú kanst mosa alt saman, um tað er neyðugt. Moyrt og vælkókað seyða-, neyta-, kálva- og høsnakjøt kann eisini gagnast væl saman við nógvari sós.
•Um neyðugt kann alt kjøt malast í kjøtmaskinu. Smakkurin verður hin sami, og útsjóndin verður betri enn við at nýta hvirlu. Her verður eisini hugsað um allan føroyskan mat sum seyðarhøvd, ræst kjøt, grind, ræstan fisk og fugl.
•Blanda ikki teir ymisku rættirnar saman á talerkinum. Legg teir á talerkin hvør sær. Tá gagnast hann betur.
•Um breyðið er ov turt, kanst tú bloyta tað í tenum ella øðrum drykkum. Vilt tú ikki vera breyð fyriuttan, royn so at kóka tær ein talerk av suppu, bloyt breyðið niður í og et tað saman við suppuni, tað fellur ofta lættari at svølgja. Suppa og greytur eru løtt at svølgja og kunnu geva væl av orku og føðsluevnum, um rætt verður tilgjørt.
•Øll sløg av pasta aftur við væl kókaðum grønmeti og góðari sós kunnu vera løtt at eta, og tykjast eisini at gagnast væl.
•Eggjarættir eru ofta lættir at eta og hava góð føðsluvirði. Egg smakkar væl, er lætt at hava við at gera, kann keypast mest sum allastaðni og er tað, sum flest øll eru uppvaksin við. Nýt meira enn vanligt av róma, smøri, olju, majones og salatdressingi. Drekk altíð afturvið, tá tú etur.
Tá fólk gerast sjúk ella skulu í viðgerð, er neyðugt at nøkta tørvin á orku og føðslu-evnum. Tað kann falla nógvum tungt bæði at gera mat og at eta hann. Tí kann tað vera heppið, um onkur er, sum kann hjálpa og stuðla við matgerðini og góðum ráðum, fjálga um og práta við tann sjúka. Gev tær góðar stundir at eta og royn at njóta matin so væl, sum tað nú einaferð ber til. Tað er betri at eta eitt sindur enn einki at eta.
Nøkur ráð móti turrum munni og hálsi
•Drekk ríkiligt, minst 2 litrar um dagin.
•Drekk føðsluríkar drykkir, AB mjólk, proteinríkan drykk, maltøl, frukt- og grønmetissevju, djús og te við sitrón.
•Væta munnin ofta við vatni og havrasuppu.
•Et bleytan ella mosaðan mat, bananir, greyt, suppur og eggjarættir.
•Et mat við nógvari sós og dyppi.
•Tygg surkurfrítt tyggigummi ella súgv sukurfrí súr bomm.
•Smyr feittstift upp á varrarnar.
•Keyp ella ger saltvatn (1 tsk. av salti í 1 litur av vatni) og skola munnin fyri og eftir hvørja máltíð.
•Busta tenn fyri og eftir hvørja máltíð. Tað økir um spýttnøgdina.
•Góð munn- og tannarøkt er sera umráðandi.
•Halt nøsina reina og anda gjøgnum hana.