Sárur muður og hálsur
Sárur muður og hálsur kunnu vera ein plága. Bæði muður, tanngarður og hálsur kunnu gerast eym, og eisini kunnu sár koma. Orsøkin kann bæði vera heilivágur og onnur viðgerð. Krabbameinssjúklingar hava lætt við at fáa ígerðarsjúkur (infektiónir). Eftir viðgerð verða kyknurnar í munni og hálsi endurnýggjaðar, og sár og eymleiki batna. Proteinríkur kostur fær sárini at lekjast skjótari. Her verður ymiskt nevnt, ið kann linna, tá muður og hálsur eru eymir, og um hetta ikki er nóg mikið, so kann læknin fyriskriva heilivág ella annað, ið linnar.
Frískligir rættir úr jogurti
Til ber at gera ymsar frískligar rættir úr jogurt.
Í tí stóra bollanum vinstrumegin eru:
2 ltr. av jarðberjajogurti, sum er rørt saman við 1/2 ltr. av vanilju- ella jarðberjaískremi. Nøkur sundurskorin jarðber eru stroydd omanyvir.
Í dessertskálini er ein jogurtsorbet, sum er gjørd soleiðis:
Smá íløt við jogurt verða løgd í frystiboksina í 2–3 tímar, jogurtið verður síðani malið sundur í hvirluni, gjørt til kúlur og so aftur fryst.
Tá borðreitt verður, kann dessertin gerast leskiligari við at pynta við fruktum og berum. Teir smáu íspinnarnir verða gjørdir, við at lata fruktjogurt í íspinnaformar og frysta teir.
Umráðandi er við bleytum og mildum mati
Ávísur matur kann gera sárleikan í munninum verri. Tí er umráðandi at velja hóskandi mat. Tað er umráðandi at eta mildan mat, passaliga heitan, bleytan ella fastan, alt eftir hvussu eymur tú ert í munninum. Et smáar og títtar máltíðir. Á henda hátt fært tú etið meira uttan at møðast. Brúka súgvirør ella tútakopp. Smáar skeiðir (dessertskeiðir) og gaflar er minni pínufult at nýta. Tá ið muðurin er eymur, eru mildir, kaldir ella lunkaðir drykkir og smáar máltíðir tað rætta. Ov heitur ella ov kaldur matur kann gera eymleikan verri. Mjólka- og eggjarættir eru mildir og góðir rættir. Somuleiðis milkshake, smáttuostur, ísur, niðursjóðað frukt, melón, budingur, bananir, fromasja, mosað grønmeti, kjøt, fiskur og mangt annað. Tað, sum her er nevnt, er lætt at svølgja.
Seinni tá muðurin er minni eymur:
• Kjøt og grønmetisrættir – morlaðir (pureraðir) ella blendaðir
• Havragreytur, havrasuppa, mjólkarættir og suppur.
• Eplamorl við eggi og smøri
• Ymiskir eggjarættir
• Breyðsuppa við eggi og róma.
Tá tað er trupult at svølgja, gongst ofta lættari við tjúkkum mjólkarúrdrátti. Maturin kann javnast við maizena, róma, eggi ella husblas.
Tá maturin skal vera bleytur ella flótandi, er gott at nýta sós, suppu, smør, mjólkarúrdrátt, róma og fruktsevju.
Minst til – nærum allur matur kann blendast. Blenda hvørt føðievni fyri seg.
Turrur matur, keks, ristað breyð og kakur kunnu bloytast í kakao, mjólk, suppu ella te.
Et ikki kryddaðan og súran mat. Kryddaður, súrligur og ov saltur matur, brennivín og royking kann gera eymleikan verri. Best er ikki at eta appelsin, sitrón, grapefrukt og tomat.
Munnrøkt
Gott er at skola munnin væl aftaná máltíðirnar við vatni, donskum vatni ella saltvatni (1 tsk. av salti í 1 litur av vatni) fyri at burturbeina matrestir og bakteriur.
Í samband við sjúkuna fer tú vanliga aftur. Um tú hevur handilstenn, og tær ikki sita nóg væl, far so javnan til tannlækna . Tað hjálpir at taka tennirnar út av og á.
Pínudoyvandi heilivágur
Lokalt doyvandi kann takast eitt korter áðrenn etið verður. Lidokain viskøs mikstur fæst í hondkeyp, um hesin verður tikin, skal ansast eftir ikki at drekka/súpa/eta ov heitt, tí tá kann verða torført at merkja, um tú brennir teg. Pínudoyvandi heilivágur kann nýtast 3 korter undan máltíð. Tosa tó við læknan um hetta.
Ráð tá muðurin er eymur
• Drekk kaldar drykkir við nógvum eggjahvítaevni. Drekk ikki djús frá sitrusfruktum.
• Et bleytan mat uttan kryddaríir ella nýt mild kryddaríir (muskat - kanel).
• Súp súpan - helst kalda.
• Et matin kaldan ella flógvan (ov heitur matur kann geva pínu).
• Súp ískrem.
• Súgv ísklumpar.
• Kóka grønmeti longur enn vanligt, so tað er bleytt.
• Sker matin í smáar bitar.
• Nýt hvirlu ella stavmiksara til at mosa matin við.
• Blanda matin við smøri, soði, sós ella róma, so maturin er lættari at svølgja.
• Nýt súgvirør tá tú drekkur.
• Et ikki kryddaðan og súran mat.
• Um torført er at svølgja, kann tað hjálpa at boyggja høvdið framyvir ella afturyvir.
• Tosa við læknan ella tannlæknan og fá ráð móti eymum munni.
• Skola munnin ofta við vatni, donskum vatni ella saltvatni.
Havragreytur kókaður við mjólk
2 1/2 dl av søtmjólk
1 spsk. av smøri
1 dl av havragrýnum
1 dism av salti
Lat mjólk og smør í eina grýtu. Fá grýtuna upp á kók og stoyt grýnini í, rør í grýtuni. Kóka umleið 5-10 min. við lágum hita. Smakka til við salti. Eisini ber til at kóka havragreyt av vatni, annars sama mannagongd. Hav mjólk og smør afturvið ella borðreið við sukri, kanelsukri, súrepla- ella aprikosmosi.
Havrasuppa
1 ltr. av vatni
50 gr. av havramjøli
1 dism av salti
Koyr nakað av havragrýnum í ein blendara, og blenda havragrýnini til mjøl. Havramjølið kann goymast í einum ílæti við loki. Lat alt í eina passaliga stóra grýtu, píska við pískirísi í av og á til havra-suppan kemur upp á kók og meðan hon kókar uml. 5-10 min.
Eisini kann havragreytur, kókaður við vatni, tynnast við kókaðum vatni, blendast og drekkast sum havrasuppa. Til smakk kann blandað fruktsaft nýtast.
Um tú hevur vaml, er tað sera umráðandi at fáa nóg mikið av vætu – umleið 2 litrar um dagin. Hjá summum er lættari at drekka við súgvirøri. Drekk helst klárar drykkir.
Tað er gott at fáa ein kopp av heitum te og eina turra keks upp á seingina, áðrenn farið verður upp