Kyknubroytingar verða býttar í stig
Læknarnir skilja ímillum kyknubroytingar í plátukyknum og sylindara-kyknum. Hesar verða býttar í trý stig og nevndar óvanligar-, lættari- og álvarsligar kyknubroytingar. Eingi av hesum stigunum eru krabbamein, men kunnu vera undanstig til krabbamein. Sjálvt tey truplastu undanstigini kunnu takast burtur. Tú kanst lesa meira um tey ymisku stigini á vidunderlivet.dk.
Myndin vísur, hvussu vanligar kyknur síggja út. Kyknur er settar saman av eini kjarnu og kyknuvætu. Kyknukjarnin er vanliga rundur ella avlangur.
Myndin vísir óvanligar kyknur. Kyknurnar eru vorðnar meira avlangar, stórar, myrkar og óregluligar. Tær hava óvanligt skap og summar av teimum hanga saman.
Hví fær ein kyknubroytingar?
Kyknubroytingar kunnu koma av bruna, sum hvørvur av sær sjálvum. Men broytingarnar kunnu eisini vera undanstig til lívmóðurhálskrabba, sum krevur viðgerð. Læknarnir kunnu ikki síggja, hvørjar kyknubroytingar, sum ganga í seg sjálvar aftur og hvørjar verða til krabbamein. Tí verða kvinnur við løttum kyknubroytingum kannaðar ofta, meðan kvinnur við álvarsligum kyknubroytingum fáa tilboð um viðgerð.
Hvussu verða kyknubroytingar viðgjørdar?
Kyknubroytingar verða viðgjørdar við kílaskurði. Tað er ein lutfalsliga lítil skurður, sum fer fram á sjúkrahúsi ella hjá einum serlækna í kvinnusjúkum. Læknin sker eitt lítið kíluskapað petti av vevnaði frá lívmóðurhálsinum. Vevnaðurin verður síðan kannaður í einum mikroskopi til at staðfesta, um allar tær óvanligu kyknurnar eru tiknar.
Myndin vísur ein kílaskurð. Ein kíli verður skorðin av lívmóðurhálsinum. Á latíni kallast tað conisatio.
Kyknubroytingar eru ikki krabbamein
Nógvar kvinnur verða sera bangnar um at hava kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum, tí at tær av órøttum halda, at kyknubroytingar eru krabbamein. Tað eru tær ikki, og tað er ein sera týdningarmikil boðskapur. Kyknubroytingar kunnu vera undan- stig, sum verða til lívmóðurhálskrabbi, um tær ikki verða tiknar burtur. Vanliga ganga 10-15 ár til kyknubroytingar verða til krabbamein. Hjá nøkrum fáum henda kyknubroytingarnar skjótari.
Sjúkueyðkenni og kanningar
Kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum geva eingi sjúkueyðkenni. Tað er við øðrum orðum ógjørligt sjálv at føla, um ein hevur kyknubroytingar. Tær kunnu einans finnast við at taka kyknuroynd frá lívmóðurhálsinum í samband við undirlívskanning.