Hvat er HPV og hvussu smittar tað?
HPV er orsøk til kyknubroytingar og krabba-meini í lívmóðurhálsi. Kyknubroytingarnar koma av Human Papillomavirus (HPV), sum er eitt felags heiti fyri fleiri enn 100 ymisk sløg av virus. Summi sløg av HPV kunnu geva lívmóðurhálskrabba, um tey ikki verða viðgjørd.
Hvussu smittar HPV?
HPV smittar við kynsligum sambandi og er ein sera vanlig smitta bæði hjá monnum og kvinnum. Upp til 80% av øllum seksuelt virknum verða onkutíð í lívinum smittað við HPV. Smittan sæst serliga ofta millum ung. Ein stór donsk kanning vísir, at 40 % av teimum 15-19 ára gomlu og 45 % av teimum 20-24 ára gomlu eru smittað við HPV.
Hvørji eru sjúkueyðkennini við HPV-ígerð?
Ein HPV-ígerð merkist ikki, so bæði menn og kvinnur kunnu verða smittað uttan at vita av tí. Í flestu førum hvørvur ígerðin av sær sjálvum – eins og krím ger. Hjá nøkrum fáum kvinnum verður ígerðin kronisk og hesar kvinnur eru í størri vanda fyri at fáa lívmóðurhálskrabba.
Hvørji sløg av HPV kunnu geva krabbamein?
Minst 15 sløg av HPV kunnu føra til lívmóðurhálskrabbamein. HPV-sløgini hava nummar. Tey vanligastu sløgini av HPV, sum føra til lívmóðurhálskrabba, eru HPV 16 og HPV 18. Tað er týdningarmikið at vita, tí at hesi bæði sløgini føra til 70 % av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba.
Hvussu slepst undan, at HPV verður til krabbamein?
Tað er sera góður møguleiki fyri at sleppa undan at fáa lívmóðurhálskrabba, um ein tekur av teimum báðum fyribyrgjandi tilboðunum, sum eru: koppseting og kanning (screening).
Verjir hít móti HPV?
Tað er altíð eitt gott hugskot at brúka hít, tí hon verjir móti at gerast við barn uttan at vilja tað og móti kynssjúkum. Men hít verjir tíverri ikki 100 % móti HPV, tí at virus eisini kann sita í húðini uttanum kynslutirnar.