Koppseting
Í dag ber tað til at koppseta móti krabbameini í lívmóðurhálsinum. Saman við regluligum kanningum (screening) kunnu koppsetingarnar nærum beina fyri sjúkuni.
Tað eru tvey koppingarevni, sumv fyribyrgja, at tú verður smittað við HPV.
Bæði koppingarevnini verja ímóti HPV 16 og HPV 18, sum til samans føra til 70 % av øllum tilburðunum av krabbameini í lívmóðurhálsinum her hjá okkum. Onnur vaksinan verjir harafturat eisini móti HPV 6 og HPV 11, sum elva til 90 % av øllum kynsfinnum. Í Føroyum verður koppingarevnið Gardasil brúkt. Tað verjir ímóti HPV 6, 11, 16 og 18.
Tá ein er koppsett, ger kroppurin andevni. Verður ein so seinni smittað við HPV, berja andevnini virus niður, áðrenn ein fær kyknubroytingar og í ringasta føri krabbamein í lívmóðurhálsinum.
Krabbameinsfelagið viðmælir, at gentur taka ímóti tí ókeypis tilboðnum um at verða koppsettar í samráði við lækna.Sjálvt um ein er koppsett, er tað framvegis týdningarmikið at taka lut í kanning av lívmóðurhálskrabba.
Koppsetingin verjir ikki móti øllum sløgum av HPV, sum kann føra til krabbamein í lívmóðurhálsinum.
Koppseting av 16-26 ára gomlum
Tað hevur verið sagt, at kvinnur í aldrinum 16-26 ára ikki hava gagn av at verða koppsettar. Men í roynd og veru vísa kanningar, at 74-90 % av kvinnum millum 16 og 26 ár fáa fult gagn av koppsetingini. Einans 1-3 % kunnu vera smittaðar við bæði HPV 16 og HPV 18 og fáa tískil ikki gagn av koppsetingini. Tað merkir, at 97-99 % av kvinnunum millum 16 og 26 ár kunnu verða vardar móti minst einum av teimum báðum HPV-sløgunum, um tær verða koppsettar.
Hvussu koppsetingin virkar uppá kvinnur eldri enn 26 ár Nýggjar kanningar vísa, at 68 % av teimum 26 ára gomlu hava hvørki
HPV 16 ella HPV 18. Kanningarnar vísa eisini, at 6,7 % av kvinnunum hava bæði HPV 16 og HPV 18. Tað merkir, at koppsetingin virkar verri, jú eldri ein verður, men tað eru kortini
nógvar, sum kunnu fáa gagn av, at lata seg koppseta.
Hjáárin
Av umleið 75.000 ungum kvinnum, sum blivu koppsettar í Danmark, komu 48 fráboðanir við til samans 100 hjáárinum. Men tað er ongin munur á hjáárinunum hjá teimum, ið eru koppsettar og teimum, sum ikki vóru í kanningarbólkinum. Tað merkir, at hjáárinini koma av øðrum orsøkum enn koppsetingini. Øll hjáárin verða fráboðað danska Lægemiddelstyrelsen. Føroysku kommunulæknarnir gera beinleiðis fráboðanir til Lægemiddelstyrelsen, men hetta verður tó ikki skrásett sum serstøk tøl fyri Føroyar. Hvør heldur eyga við fráboðaðum hjáárinum?
Í Danmark ansar Lægemiddelstyrelsen gjølla eftir fráboðanum um hjáárin. Samstundis verður fylgt við í evropiskum og amerikanskum kanningum frá heilsumyndugleikum sum American Food and Drug Administration (FDA), Center for Disease Control (CDC), European Medicines Agency (EMEA) og World Health Organisation (WHO).
Vandaatlit
Vandin fyri hjáárinum skal vigast upp ímóti sjúkuni lívmóðurhálskrabba, sum drepur kvinnur í hópatali hvønn einasta dag kring um í heiminum. Umframt tað, at HPV eisini elvir til onnur sløg av krabba.
Hjáárinini skulu eisini metast í samanhangi við hjáárinini hjá kvinnunum, sum verða viðgjørdar fyri lívmóðurhálskrabba. Tey skulu eisini vigast upp ímóti, at á leið 60 kvinnur árliga fáa kílaskurð. Hesir tilburðir fara at minka munandi, um allar føroyskar kvinnur verða koppsettar.
Harafturat veksur vandin fyri at eiga ov tíðliga fødd børn aftaná ein kílaskurð við einum lutfalli 2,5. Tað er ein lítil vandi, men hann er har og eisini hesin verður minni, um ein verður koppsettur