Regluligar kanningar
Føroyskar kvinnur hava í boði regluliga at lata seg kanna fyri kyknubroytingar. Hetta kallast screening, og endamálið er at finna og viðgera undanstig til lívmóðurhálskrabba, so at sjúkan ikki fær loyvi at gera seg til.
Hvat er screening?
Orðið screening er enskt og merkir at sikta ella skilja. Tá ein screenar fyri sjúkur, kannar ein allar landsins íbúgvar - ella ein úrvaldan bólk - fyri tekin um eina ávísa sjúku ella undanstig til sjúku. Screening er sostatt regluligar kanningar eftir fastari kanningarskrá.
Allar føroyskar kvinnur millum 25 og 60 ár fáa triðjahvørt ár í boði at taka eina kyknuroynd frá lívmóðurhálsinum.
Kanningin fer fram hjá kommunulæknanum
Læknin tekur eina kyknuroynd frá lívmóðurhálsinum í samband við eina undirlívskanning. Kyknuroyndin verður send Rannsóknarstovuni á Landsjúkrahúsinum, sum sendir hana víðari til Hillerød Sygehus, har hon í mikroskopi verður kannað fyri kyknubroytingar.
Kyknubroytingar kunnu vera undanstig til lívmóðurhálskrabba, men undanstig eru ikki krabbamein. Screening fyri lívmóðurhálskrabbamein byrjaði í Norðurlondunum ífyrru helvt av 1960unum, og síðani hava tilburðirnir av lívmóðurhálskrabbameini verið fallandi. Til dømis í Danmark er talið av kvinnum, sum doyggja av sjúkuni, minkað við einari helvt hesi seinastu 50 árini. Í Føroyum byrjaði screeningin í 1995, men vit hava ikki nóg neyv tøl til at kunna siga, hvørja ávirkan tað hevur havt. Tað er tó lítið at ivast í, at screeningin eisini her heima fyribyrgir hesi vandamiklu sjúku.
Við teirri nýggju koppsetingini og regluligum kanningum kunnu vit nærum útrudda lívmóðurhálskrabba.
Nógvar kvinnur lata seg ikki kanna
Hóast vit enn ikki hava neyv føroysk hagtøl, so vita vit frá grannalondunum, at ikki allar kvinnur møta til innbodnu screeningina.Til dømis tekur fjórða hvør danska kvinna ikki av tilboðnum um at verða kannað fyri kyknubroytingar. Á hvørjum ári vísir hendan avgerð seg at vera lívshættisligt fyri nakrar kvinnur. Kanningar vísa, at tveir triðingar av teimum kvinnum, sum fáa lívmóðurhálskrabba, ikki eru kannaðar regluliga.
Kvinnur, sum koma til kanningar,
minka um vandan fyri, at tær fáa
lívmóðurhálskrabba við minst
80 – 90 %.
Vantandi kunnleiki er lívshættisligur – eisini fyri ungar kvinnur
Ein kanning hjá danska krabbameinsfelagnum vísir, at ein av høvuðsorsøkunum til, at kvinnur ikki koma til kanningar fyri lívmóðurhálskrabba, er vantandi vitan um sjúkuna. Nógvar kvinnur føla seg ov ungar til yvirhøvur at stúra fyri sjúkuni. Tí hava tær ilt við at síggja, at kanningin hevur nakran týdning fyri tær persónliga. Men kanningin er í stóran mun umráðandi fyri ungar kvinnur: Helvtin av teimum kvinnum, sum fáa staðfest krabba í lívmóðurhálsi, eru yngri enn 45 ár!