Um at koppseta dreingir móti HPV
Í “Ugeskrift for læger” mánadagin 24. januar varð kunngjørd ein kanning, sum vísir, at donsk foreldur sum heild eru fyri, at dreingir í aldrinum 12-15 ár verða koppsettir móti HPV. – Tað er áhugavert, men fyribils bíða vit m.a. eftir fleiri kanningarúrslitum um, hvønn týdning HPV-koppsetingin hevur fyri framvøkstur av krabbameini hjá monnum, sigur “Kræftens Bekæmpelse”.
Í 2006 varð fyrsta vaksinan móti human papillomavirus (HPV) góðkend í ES til at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba og í oktober 2008 varð sett í verk tilboð um HPV-koppseting, sum gjørdist partur av vanligari koppseting til børn, men í hesum føri bara til gentur.
Vit bíða eftir fleiri úrslitum um, hvønn týdning HPV-vaksinan hevur fyri, hvussu krabbamein veksur fram hjá monnum, sigur Iben Holten, yvirlækni á “Kræftens Bekæmpelse”.
Í eini kanning, sum er kunngjørd mánadagin 24. januar í “Ugeskrift for Læger”, eru 450 foreldur spurd um, hvønn hugburð tey hava til at lata synirnar koppseta móti HPV og kanningin vísir, at 80 prosent av teimum siga seg hava jaligan hugburð til tað og meira enn helvtin av foreldrunum siga seg vera fús til sjálvi at gjalda fyri vaksinuna.
Tað er vert at taka eitt orðaskifti, um vit ikki eisini eiga at bjóða dreingjum HPV-koppseting. Øll, sum kunnu verjast móti einari krabbasjúku, ið hevur samband við HPV, eiga at verða koppsett ókeypis, sigur Iben Holten, yvirlækni á “Kræftens Bekæmpelse”.
Men í fyrsta umfari bíðar “Kræftens Bekæmpelse” við stórum áhuga eftir fleiri granskingarúrslitum um árin av at koppseta menn.
-Tað eru kanningar sum benda á, at vaksinan t.d. verjir móti krabbameini í endatarmi. Ein kunnleiki, sum er av serligum áhuga viðvíkjandi samkyndum monnum, sigur Iben Holten.
HPV er m.a. orsøk til lívmóðurhálskrabba, krabba í endatarmi og kynslimi og til summi sløg av krabba í munni og svølgrúmi.
Ein skal sjálvur gjalda fyri koppseting
Um foreldur vilja, at synirnir skulu koppsetast móti HPV, skulu tey sjálvi gjalda tær umleið 3.500 krónurnar, sum koppsetingin kostar.
Ein fortreyt fyri, at HPV-koppseting til dreingir verður ein partur av vanligu koppsetingini hjá børnum, er, at vaksinan verður góðkend til at fyribyrgja krabbamein hjá dreingjum. Eg vænti, at tað fer at taka sína tíð, áðrenn tað hendir, tí tað skulu fleiri granskingarúrslit til, sigur Iben Holten.
Í Danmark hevur HPV-vaksinan síðan 1. januar 2009 verið eitt ókeypis tilboð til allar gentur á 12 ára aldri. Sama tilboð var til árslok 2010 galdandi fyri allar gentur føddar í 1993, 94 og 95. Koppsetingin varð partur av vanligu koppsetingini til børn við støði í einari MTV-rapport, sum eisini kom inn á umráðingar um at koppseta dreingir. - Tá varð hildið, at flestu dreingir verða vardir við, at so nógvar gentur sum gjørligt verða koppsettar, sigur Iben Holten.
Ampi um talið av koppsettum kvinnum
“Kræftens Bekæmpelse” stríðist fyri, at koppsetingin verður eitt ókeypis tilboð til kvinnur úr 16 árum og upp í 26 ár. Í dag skal ein sjálvur gjalda og tað merkir, at einans fjórða hvør danska kvinna millum 18 og 21 ár er koppsett. Millum tær 22-28 ára gomlu eru bara eini 5 til 10 prosent vorðnar koppsettar.
Í Føroyum er ókeypis tilboð um koppseting frá 13 til 15 ár. Hvussu nógvar kvinnur yvir 15 ár, sum hava koppsett seg, vita vit ikki.
Sannroyndir um lívmóðurhálskrabba og HPV-koppseting
Lívmóðurhálskrabbi rakar á hvørjum ári umleið 10 føroyskar kvinnur. Umleið helvtin av teimum kvinnum, sum fáa sjúkuna, eru undir 45 ár.
Koppingarevnið verjir móti Human Papillomavirus typu 16 og 18, sum er orsøk til 70 prosent av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba.
Vaksinan minkar helst eisini um vandan fyri øðrum krabbasjúkum, sum kunnu setast í samband við HPV.
HPV er ein virus, sum smittar við kynsligum sambandi.