Mytur um koppseting
Nógvar skrøggsøgur - mytur - eru um koppsetingina. Tær koma millum annað av, at fjølmiðlarnir koma við søgum um møgulig hjáárin. Tíverri vekir tað ikki eins stóran ans, tá sambandið millum koppingarevnið og hjáárin verður avsannað. Her kanst tú lesa um myturnar, sum eru um vaksinuna og hvør veruleikin er.
Myta:
Ein kann doyggja av vaksinuni.
Veruleiki:
Einki er prógvað um, at nakar er deyður av koppseting. Eitt ógvuliga sjáldsamt hjáárin av koppseting – og tað er galdandi fyri allar koppsetingar – er anafylaktiskur skelkur, sum ein kann doyggja av, um so er, at ein ikki fær adrenalin alt fyri eitt. Tí skal ein vera koppsettur hjá lækna, sum altíð hevur adrenalin liggjandi. Anafylaktiskur skelkur kann koma fyri upp til 15 minuttir eftir koppingina. Ver tí altíð sitandi í bíðirúminum eina góða løtu aftaná tú ert koppsett.
Myta:
Ein kann fáa barnaeksem av koppsetingini.
Veruleiki:
Nei. Tað er vorðið avsannað av heilsu-myndugleikunum. Barnaeksem er sera vanligt millum fólk og tí vera tað altíð nakrar, sum av tilvild fáa barnaeksem samstundis sum tær verða koppsettar – uttan at tað hevur nakað við hvørt annað at gera. Tú kanst lesa um fleiri mytur um á www.sund.ku.dk/forskerneharordet/tivaccinemyter. Tað er eitt sera gott stað á netinum, sum tú eisini kanst vísa til, um tú fært atfinnandi spurningar um koppsetingar sum heild.
Myta:
Ein kann fáa krabbamein av koppsetingini.
Veruleiki:
Nei. Tað er ikki livandi virus í koppingarevninum. Tú kanst tískil ikki verða smittað við HPV. Tað, sum kemur inn í kroppin, er eitt protein frá hylkinum hjá virusunum.
Myta:
Tá ein hevur verið í song við onkrum, so er tað ov seint at verða koppsett.
Veruleiki:
Nei. Tað er rætt, at tess fleiri seksualpartnarar ein hevur havt, tess størri er vandin fyri, at ein hevur havt bæði HPV 16 og HPV 18. Men, tað er framvegis ein sera lítil bólkur, sum hevur bæði HPV 16 og HPV 18. Tí fáa nógv tær flestu gagn av at verða koppsettar.