Krabbameinsfelagið varð stovnað 17. januar í 1979 undir heitinum Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakarar vóru Bjarni Niclasen og kona hansara, Sanna Dahl Niclasen, fyrrverandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Øll árini síðan stovnanina hevur felagið kunnað um krabbamein, ráðgivið sjúklingum og strongt á myndug leikar at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, m.a. við at fíggja nýggj tól til viðgerðir
Virkið felag síðan 1979
Sanna Dahl Niclasen var yvirlækni á røntgendeildini á Lands sjúkrahúsinum og skrásetti av sínum eintingum longu í fimmtiárunum til síðst í sjeytiárunum tilburðir av krabbameini í Føroyum.
Hon royndi øll síni virkisár at bøta um skrá setingina við at skunda undir mynd ugleikarnar heima sum uttan lands at fáa eina skipaða skráseting í lag. Nógv ár seinni varð hendan skrásetingin sett á stovn, og tí finnast nú hagtøl yvir krabbasjúkur í Føroyum. Í sambandi við, at felagið varð stovnað í 1979, veittu Lions-feløgini í Havn, Klaksvík og Eysturoynni stovnarunum eina hjálpandi hond. Árið fyri stovnanina hevði verið kannað, um til bar at stovna eina føroyska deild undir danska krabba meinsfelagnum. Danska felagið, sum hevði um 50 limir í Føroyum, var sinnað at ganga einum tílíkum ynski á møti, men tá nýggja felagið skuldi stovnast, varð avrátt, at tað skuldi gerast føroyskt burturav.
Krabbameinsfelagið er í dag eitt tað størsta sjúklingafelagið í Føroyum. Felagið hevur til endamáls á ymsan hátt at upplýsa um krabbamein, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast, veita krabba meinsraktum fólkum hjálp og stuðla gransking innan krabbamein. Ein 5-mannanevnd stýrir felagnum, og á skrivstovuni eru trý fólk, tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar og eitt skrivstovufólk. Heimasíðan kallast www.krabbamein.fo. Felagið er eisini á Facebook.
Nógv tøk tikin
Síðan stovnanina hevur Føroya Felag móti Krabbameini, sum broytti navn til Krabbameinsfelagið og fekk nýggjan samleika í 2009, fingið mangt á skaftið til frama fyri viðgerðir og ráðgeving innan krabba meinsøkið í Føroyum. Í 1986 varð Hjálpargrunnurin hjá felagnum settur á stovn. Hann hevur til endamáls at veita krabbameinssjúklingum fíggjarliga hjálp. Mangir sjúklingar hava fingið stuðul úr hesum grunni.
Í tíðarbilinum, felagið hevur verið virkið, eru fleiri onnur framstig hend innan krabbameinsøkið. Eftir at patologisk deild var sett á stovn á Landssjúkrahúsinum í 1978, gjørdist skrásetingin meira miðvís. Eitt skifti lønti felagið einum fólki á patologisku deildini hálva tíð at standa fyri skrásetingini. Í 1995 varð krabba meinsskrásetingin so alment sett á stovn, og síðan eru allar sjúkrahúsjournalir aftur til 1960 kannaðar.
Felagið tók tíðliga stig til sjálvhjálparbólkar, sum fólk kunnu koma í samband við gjøgnum ráðgevingingarstovuna. Í 1988 varð bólkurin Bót til Bata stovnaður, sum er bólkur við sjálvbodnum kvinnum, ið hava fingið staðfest krabba mein í brósti num. Leingi strongdi felagið eisini á mynd ugleik arnar um at stíla so fyri, at kvinn ur um 40 ára aldur fingu tilboð um ókeypis lívmóður háls kanningar. Tilboðið til kvinnur millum 25-60 ár gjørdist veruleiki í 1995.
Í 1997 stovnaði felagið ein stomibólk. Hesin bólkur varð mannaður við sjálvbodnum, sum av eini ella aðrari orsøk høvdu fingið lagt bløðru ella tarm út í síðuna. Í 2001 varð ein foreldrabólkur stovnaður. Í honum eru foreldur at børnum við krabbameini, og endamálið er at stuðla teimum foreldrum, hvørs børn hava fingið staðfest krabbamein. Síðan eru eisini stovnaðir prostatabólkur, undirlívsbólkur, móðurmerkjabólkur og lymfødembólkur.
Tól og frágreiðingar
Krabbameinsfelagið hevur eis ini í fleiri førum stuðlað granskinga rverkætlanum og tólum, sum eru tikin í nýtslu á Landssjúkra húsinum. Stutt eftir stovnanina læt felagið Landssjúkrahúsinum 150.000 kr. til eitt gammatól, í 1989 læt felagið 800.000 kr. av sínum ognum til eitt lasertól, og seinna helming av 90’unum stuðlaði felagið eini væl eydnaðari granskingarverkætlan um krabbamein, sum føroyski læknin, Jan Dalberg, stóð fyri.
Í 2001 var formaðurin í fel agnum formaður í arbeiðsbólki, sum handaði landsstýrismanninum við almannamálum álit um hospice, palliativa eind og heimahospice í Føroyum. Palliativa eindin er síðan komin. Felagið strongdi eisini á at fáa onkolog settan í starv á Landssjúkrahúsinum, tí sjúklingar máttu av landinum at fáa viðgerð og røkt fyri krabbamein. Onkologiska ambulatoriið kom í 1992.
Tað helst størsta átakið, sum felagið hevur verið partur av, var at gera Krabbameinsætlanina, sum landsstýrismaðurin við heilsu málum tók stig til í 2008, og sum var liðug í oktober 2009. Málið við ætlanini var at lýsa alt økið og gera tilmælir um, hvussu røkt, fyri byrging og viðgerð innan krabba meinsøkið kundu gerast betri. Tilsamans vórðu latin 58 tilmælir.
Hetta var fyrsta yvirskipaða ætlan fyri krabbameinsøkið, sum er gjørd í Føroyum Krabbameinsfelagið hevur eisini skipað fyri mongum ráðstevnum, skeiðum og evnisdøgum mill um ár og dag, og stórar inn savn ingar hava eisini verið.