SYNGIÐ VIÐ FØROYAKÓRINUM
"Tíðin rennur sum streymur í á"
Lag: Waagstein
Lagt til rættis: Sunleif Rasmussen
Í sambandi við landsinnsavningina "Føroyar móti krabba" hjá Krabbameinsfelagnum í Kringvarpi Føroya 27. mars fáa kórsangarar høvi at luttaka í einum sokallaðum virtuellum kóri, har kórsangarin kann sita heima hjá sær sjálvum og við einari snildtelefon taka ljóð og video upp og senda inn til Kringvarpið. Allar upptøkurnar verða síðani ljóðblandaðar og settar saman og vístar í sendingini.
Soleiðis luttekur tú:
Tað er neyðugt at hava tvey tól; eina teldu ella teldil fyri at síggja nótarnar, tekstin og lurta eftir fylgispælinum, og eina snildtelefon fyri at upptaka tín sang og video.
Eisini hevur tú brúk fyri oyramikrofonum fyri at lurta eftir og fylgja fylgispælinum ímeðan tú syngur og tekur upp. Tað ber ikki til at lurta eftir fylgispælinum við hátalarunum á telduni / teldlinum, tí so órógvar tað upptøkurnar hjá tær.
Tak niður Mp3 fílu við tínari rødd; sopran, alt, tenor ella bass, á tína teldu.
Tak niður nótarnar við tekstinum. Har eru 5 ørindi og tú skal syngja øll fimm. Royn og syng sangin nakrar ferðir fyri at fáa fatan av orðunum og tempo.
Tak upp frammanfyri einum einfaldum veggi ella bakgrund. Vel klæðir, ið ikki hava skrift, logo ella mynstur á. Um møguligt, ger upptøkuna í einum rúmi, har tað er friðarligt við afturlatnum hurðum. Syrg fyri at andlitið sæst væl, fá tær eyka ljós á um neyðugt.
Brúka tripod ella annað stativ til iPhonina / snildtelefonina um møguligt, ella set telefonina fasta á onkran hátt, soleiðis at hon ikki flytur seg undir upptøkuni. Um tað ber til, vinarliga innstilla iPhonina / snildtelefonina at gera upptøku til Mp4 í 720p, flestu fartelefonir gera ein MP4 automatiskt og til ber at broyta myndaupploysnina í "settings". Hav telefonina "liggjandi" soleiðis at upptøkan verður horisontal og tryggja tær, at andlitið er miðskeiðis á myndini.
Knýt oyramikrofonina til telduna/teldilin. Tendra fyrst iPhonina / snildtelefonina, har tú ger tína ljóð- og videoupptøku. Trýst síðani á "play" á telduni/teldlinum, har tú hoyrir fylgispælið í oyramikrofonunum. Tað hevur stóran týdning at tú neyvt fylgir fylgispælinum. Áðrenn tú byrjar at syngja, hoyrir tú eina lítla intro í byrjanini, sum gevur tær rætta tempo og byrjunartóna.
Tá ið tú er liðug/ur at syngja, vinarliga tel innantanna upp í fýra taktsløg áðrenn tú sløkkir fyri upptøkuni. Goym nú upptøkuna. Hygg eftir upptøkuni, er tú nøgd/ur við hana, so er hon klár at uppsenda.
Send fílin umvegis www.wetransfer.com til korfmk2021@kvf.fo, tað er ókeypis og nemt.
GG! Tað hevur týdning, at tú í tekstboksini í wetransfer.com skrivar títt navn og tín bústað. Vit mugu hava tína upptøku í seinasta lagi fríggjadagin 19. mars.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær :)
Tjekklisti:
- teldu / teldil
- iphone / snildtelefon
- oyramikrofonir til telduna/teldilin
- einlitta blusu/top/skjúrtu
- hvíta ella einfalda bakgrund
- friðaligt rúm við afturlatnum hurðum
- nokk av ljósi á andlitið
- minst til at seta telefonina á "silent" ella "flight mode" undir upptøkuni, so tú ikki verður órógvað/ur av uppringing ella boðum
- minst til at skriva títt navn og tín bústað tá ið tú sendir fílina