Kom til Opið hús hjá Krabbameinsfelagnum
Kom til Opið hús hjá Krabbameinsfelagnum
Týsdagin 16. oktober hevur Krabbameinsfelagið Opið hús. Opið hús er eitt tilboð, ætla fólkið, sum hava ella hava havt krabbameini.
Opið hús,verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn, frá kl 13.00 -15.00.
Høvi verður at støkka inn á gólvið, og fáa ein drekkamunn, eitt prát við onnur í somu støðu ella við starvsfólk á felagnum um tørvur er á tí.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.