Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
    • Fleiri tíðindi
    • Fleiri tiltøk
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Faldarar frá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar frá Kræftens Bekæmpelse
    • Hjálparbólkar
    • Fimleikur - Firvaldar
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • HPV-koppseting
    • Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Sólráð
    • Legg av at roykja
    • Krabbameinsætlanin
  • Stuðla
    • Stuðla
    • Plakatir
    • Spyr.fo
    • Nethandil
    • Jarðarferð
  • Um felagið
    • Virkið felag í nærum 40 ár
    • Búmerkið
    • Viðtøkur felagsins
    • Nevndin
    • Stuðul til felagið
    • Ársfrágreiðing
    • Hagtøl fyri krabbameinstilburðir í Føroyum árini 1995-2016
    • Starvsfólk
    • Granskingarverkætlanir
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Hospice tilmæli
    • Limaskapir
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
  • Nordisk brystkræftkonference 2018
    • På programmet!
    • Program
    • Tilmelding

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Kostráð
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Faldarar frá Krabbameinsfelagnum
  • Faldarar frá Kræftens Bekæmpelse
  • Hjálparbólkar
  • Fimleikur - Firvaldar
  • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
  • Í viðgerð uttanlanda?
  • Slóðir

Fá hjálp og vegleiðing

Krabbamein ber ofta við sær broytingar í familjuni, og kunnu hesar raka teg og tíni sera meint. Nýggjar og óvanligar støður taka seg upp, og tú hevur nógvar tankar og kenslur at stríðast við. Bæði tú og tíni avvarðandi kunnu kenna tykkum máttleys og einsamøll.

 

Vit eru at hitta gerandisdagar á telefon 317959 ella á teldupost kmf@krabbamein.fo. Krabbameinsfelagið heldur til á Grønlandsvegnum 58 í Havn.

 

Tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar við drúgvum royndum innan krabbameinsøkið starvast dagliga á okkara ráðgevingarstovu. Tær vegleiða, ráðgeva, hava telefonviðtalu, bjóða tær persónliga samtalu á ráðgevingarstovuni ella heima, um ynski er um tað eins og samtalu við familju og avvarðandi. Tætt og gott samband er við bæði sjúkrahús, Heimatænastuna, Hvíldarheimið og aðrar stovnar í og uttan fyri Føroyar.

 

Tilboð til tín og familjuna

 

Krabbameinsfelagið bjóðar bæði tær, ið er ella hevur verið sjúk/ur av krabbameini, og tínum avvarðandi eina røð av tilboðum, eitt nú:

 

  •  Persónligar samrøður
  •  Familjusamrøður
  •  Rørslutiltøk
  •  Onnur tiltøk, eitt nú hugnaløtur, opið hús o.a.
  •  Ymiskar samrøðubólkar

 

Í samrøðubólkum, sum ráðgevar hjá felagnum standa fyri, hittir tú onnur í somu støðu sum tú. Endamálið er at stuðla hvør øðrum, býta tankar og kenslur og í trúnaði práta um tað, ið er tungt at bera einsamallur/eisamøll. Tú verður partur av einum bólki, har fólk lurta og skilja tína støðu. Skipað verður fyri felags tiltøkum eftir tørvi. Hevur tú eitt ynski um eitt hvørt tiltak, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 

Umvegis ráðgevingarstovuna ber eisini til at koma í samband við tey, ið sjálvboðin hava skipa seg í hjálparbólkarnar hjá Krabbameinsfelagnum. Sí meira her.

 

Avgreiðslutíðir

 

Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, telefontíð frá kl. 13.00 - 15.00 á tlf. 317959.

 

Ráðgevingarstovan er nógv vitjað og fólk ringja og fáa ráð og vegleiðing. Hjá Krabbameinsfelagnum arbeiða tveir sjúkrarøktarfrøðingar og eitt skrivstovufólk.

 

Samskifti

 

Ráðgevingarstovan hevur samskifti við sjúkrahúsverkið, heimarøktina, Hvíldarheimið Naina og aðrar stovnar.

 

Sjúklingar, avvarðandi og onnur

 

Krabbameinssjúklingar, avvarðandi og onnur kunnu seta seg í samband við ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðing felagsins, og fáa ráð, vegleiðing og stuðul.

 

Vitjanir

 

Ráðgevar felagsins vitja sjúklingar, avvarðandi og stovnar eftir tørvi.

 

Eisini í Norðoyum og Suðuroy

 

Fyri at røkka einum av endamálsgreinunum hjá Krabbameinsfelagnum, - at felagið er eitt landsfelag, - hava vit gjørt avtalu við Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús um, at vit kunnu nýta viðtaluhølir teirra, so høvi verður hjá fólki í Norðoyum og í Suðuroynni eftir avtalu at hitta sjúkrarøktarfrøðing felagsins á staðnum.

 

Spurningar

 

Spurningar til ráðgevan kunnu sendast til kmf@krabbamein.fo

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Ráðgevarastovan

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

kravt kravt Skeivt virðið!
Fylg okkum á facebook