Føroya vakrasta hálv maraton leygardagin 7. september
Tú ert ikki ov sein ella seinur á sjóvarfallinum, um tú kundi hugsa tær at luttikið í #FVHM.
Í ár verður tiltakið leygardagin 7. september. Teinurin gingið/runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandagvági.
#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðsstøð luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.
Aftaná bjóðar Luna, høvuðsstuðulin av #FVHM, Hiddenford-laks á Giljanesi. Omaná eru heimabakaðar køkur.
Til ber at tekna seg til at GANGA #FVHM her
Til ber at tekna seg til at RENNA #FVHM her
Gangarar fara kl. 10:00 úr Gásadali
Rennarar fara kl. 11:00 úr Gásadali
Tá tú lúttekur í #FVHM stuðlar tú samstundis Krabbameinsfelagnum. Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran. Í ár kunnu luttakarar eisini velja at lata meira pening umframt tær 100kr, ið gangarar lata sum partur av luttøkugjaldinum.
Aftur í ár ber eisini til at ogna sær eina #FVHM G&G renniblus fyri ein serprís á 450kr.
KOSTNAÐUR FYRI LUTTØKU
- Kr. 250 fram til fríggjadagin 01. apríl
- Kr. 350 fram til fríggjadagin 31. mai
- Kr. 400 fram til fríggjadagin 26. juli, seinasta freist at keypa Guðrun & Guðrun renniblus
- Kr. 450 fram til leygardagin 7. september
Við í gjaldinum er heiðursmerki, startnummar, ferðing frá Giljanesi til start í Gásadali, matur tá komið er á mál, umframt undirhald á rutuni.
Gott summar og vit síggjast til #FVHM.