Eitt sindur um føðsluevni
Maturin, tú etur, hevur ymisk føðsluvirðir. Eingin matur ella matvørubólkur hevur øll tey føðsluvirðir, ið tær tørvar. Fyri at kroppurin skal starva á rættan hátt, tørvar honum eggjahvítaevni, kolvætu, feitt, vitaminir, mineralir og vætu.
Eggjahvítaevni (Proteinir)
Eggjahvítaevni krevst til at byggja upp og umvæla kyknur og annan vevnað. Tey finnast í øllum sløgum av fiski, kjøti (neyta- og kálvakjøti, lambskjøti, svínakjøti, høsnarungum og øðrum flogfenaði), grind og innvøli. Eisini eru proteinir í eggum, mandlum, nøtum, linsum, bønum, mjólk, turrmjólk og mjólkarúrdráttum, t.d. osti, hvíta og jogurt.
Kolvæta
Kolvæta gevur kroppinum orku. Kolvæta er í mati við sukri í (sjokuláta, kakur, hunangur) og í mati við stívilsi í (eplir og korn). Eisini í frukt og grønmeti er kolvæta og eitt sindur av eggjahvítaevnum. Um tú etur nóg mikið og fær nóg nógva orku, so kann kroppurin nýta eggjahvítaevnini í matinum til nýgerð av kyknum og holdi í staðin fyri til orku. Um orkuinnihaldið í kostinum er ov lítið, nýtir kroppurin tey týdningarmestu eggjahvítaevnini sum orkugevandi kelda, ístaðin fyri til at byggja kroppin upp við.
Feitt
Feitt gevur orku. Feitt, ið ikki verður nýtt beinanvegin, verður goymt í kroppinum til seinni nýtslu. Tær fitiloysiligu vitaminirnar (A-, D-, E-, og K-vitamin) eru í feittinum í matinum. Feitt er í smøri, margarini, matolju, róma, súrróma og søtmjølk. Feitt er eisini í kjøti og feitum grønmeti sum avocado, í eggjablommu og feitum fiski.
Vitaminir
Í blandaðum kosti eru bæði vatnloysiligar og fitiloysiligar vitaminir. Allar hava sín serliga týdning fyri kroppin. Tær taka lut í orkuflutninginum til kyknur og til nýgerð av vevnaði.
Mineralir
Tær tørvar smáar nøgdir av mineralum og sneytevnum (sporstoffum). Summi av hesum eru við í kropsbygnaðinum, t.d. kálk í beinagrind og tonnum. Er kosturin fjølbroyttur, er vanliga ikki neyðugt við mineralískoyti, men gott er at taka eina vitamineraltablet dagliga, um etið verður minni enn vanligt.
Væta
Mannakroppurin skal hava 2–3 ltr. av vætu um dagin. Ein partur av vætuni fæst við kostinum. Restina skulu vit drekka. The, kaffi og alkohol eru vatndrívandi í størri mongdum. Tí verður hetta ikki talt við á sama hátt sum aðrar drekkivørur.