Kom til opið hús hjá bróstkrabbabólkinum mikukvøldið 4. mars kl. 18.30
Opið hús hjá bróstkrabbabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum
Opið hús verður á Grønlandsvegnum 58 í Havn mikukvøldið 4. mars frá kl. 18.30 til 22.00.
Allar kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba eru hjartaliga vælkomnar og avvarðandi eru eisini vælkomin við.
Á skránni verður hugni, prát og ein góður drekkamunnur.
Boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 3. mars kl. 15.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo
Bót til Bata, bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelangum.