06-10-2022
Bróstkrabbabólkurin Bót til bata skipar fyri hugnaløtu
Bót til bata, bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, skipar fyri hugnaløtu á bókasavninum við Løkin í Runavík tann 12. oktober kl. 19.00.
Á skránni verður hugni og prát, har Annika Karlsdóttir Ljósstein fer at siga frá, tá hon fekk staðfest bróstkrabba, sum 36 ára gomul. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.
Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding á telefon 317979, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo. Øll eru hjartaliga vælkomin.