Broyttur smakkur
Sjúklingar, ið hava krabbamein og fáa kemoterapi ella stráluviðgerð á høvur og háls, merkja ofta, at maturin smakkar øðrvísi. Maturin kann smakka beiskur, málmkendur, ov søtur ella ov saltur, og okkurt hevur ongan smakk. Eisini er vanligt at fáa vaml ella leiðast við ymiskan mat. Eina tíð eftir viðgerðina kemur vanligi smakkurin aftur. Undir stráluviðgerð kann smakkurin í einstøkum førum verða broyttur, eisini í langa tíð aftaná, at viðgerðin er liðug.
Hjá summum kann tann broytti smakkurin gera, at tey koyra eina skeið av sukri eyka í teið, fyri at tað skal smakka sum fyrr.
Uppskot, ið kunnu betra um smakkin
Um kjøt (ofta neyta- ella svínakjøt) smakkar beiskt ella málmkent, so royn ymiskan flogfenað, t.d. høsnarungar, kalkun og lunda, ella fisk, t.d. feskan, ræstan, stoktan ella turran. Eisini ber til at royna við kryddlaka (laki at leggja kjøtið í, ella at smyrja á kjøtið) og harvið goyma vanliga kjøtsmakkin. Royn t.d. við fruktdjúsi, víni, olju/eddika dressing, chutney, soyasós ella HP sós. Royn eisini við kryddi, sum tú ikki hevur nýtt so nógv av áður. Ver tó varin við kryddi, um tú ert sár/sárur í munni og svølgi. Um smakksansurin er versnaður, nýt so luktisansin til at hugsa tær til, hvussu maturin smakkar. Um ikki ber til at eta kjøt, royn so annan mat við nógvum eggjahvítaevnum, t.d. egg, eggjakaku, omelett, fisk og fiskaúrdráttir, ost, mjólk og mjólkarúrdráttir, milkshake, ís, sorbet, fryst jogurt, buding, fromasju, javnaða súpan og nøtir. Um maturin er heldur smakkleysur, royn so ymisk kryddaríir og urtir, t.d. sitrón, karri, eddik, basilikum og mint (doyvir atsmakk), ella ger matin søtari ella saltari. Er maturin ov søtur, tynn ella javna við mjólk ella lat meira salt ella onnur kryddaríir útí. Minst til, at matur, ið er litríkur, angar væl, sær innbjóðandi út, er vakurt borðreiddur og ikki ov rúgvumikil økir um spýttnøgdina og matarlystin. Sí annars partin um vánaligan matarlyst.
Um tú ikki hevur sinnið til myrkt kjøt eina tíð, fá tær so annan proteinríkan mat. Á talerkinum eru: knettir, fiskafrikadellir, eplir, gularøtur og grønmeti. Roykt flesk fær grønmeti at smakka av meiri, tað sama ger eisini skinka og leykur.
Vegleiðing í samband við broyttan smakk
• Hav reinan munn, skola munnin við vatni/sitrón ella donskum vatn áðrenn og aftaná máltíð.
• Vel mat, tær dámar væl.
• Um tú ikki hevur hug til myrkt kjøt, royn so aðrar matvørur við nógvum eggjahvítaevni, t.d. fisk, skeljadjór, høsnarunga, kalkun ella annan flogfenað, egg, mjólk, mjólkarúrdráttir, ost, bønir, ertrar og nøtur.
• Laka kjøtið.
• Nýt urtir og kryddaríir.
• Nýt roykt flesk, skinku ella leyk saman við grønmeti, so tað fær meiri smakk.
• Vel litfagrar matvørur og mat, ið hevur góðan lukt.
Kryddlaki:
1 dl. av olivinolju
1 fed av hvítleyki, knúst
1 tsk. av pipari
1 súpusk. av sitrónsaft
1 tsk. av rosmarin
1 tsk. av salti.
Lambssneið 600 g.
Blanda alt saman og lat tað í ein plastposa. Koyr lambskjøtið í og koyr posan runt um kjøtið. Lat tað liggja í kuldaskápi til dagin eftir. Tak kjøtið úr og turka varisliga. Steik tað á pannu, brúnka tað í 2 til 3 min. á hvørjari síðu. Steik tað síðan í 7 til 10 min. við lítlum hita ella set tað í ovnin í 30 til 40 min. við 180 gr. Steikitíð og hiti er alt eftir, hvussu gjøgnumsteikt kjøtið ynskist. Borðreið við grønmeti og eplum. Kjøtið kann eisini skerast í bitar og nýtast til grýturætt.
Eggjakaka við fleski
(1 verður)
2 egg
2 súpusk. av mjólk
salt
50-75 gr. av fleski
Egg, mjólk og salt verður pískað saman og koyrt á pannuna. Legg fleskastrimlar omaná og borðreið við breyði.