At liva við krabbameini - ein kanning av tørvinum á krabbameinsendurmenning í Føroyum (2008)
Brot út kanningini: Í Visjón 2015 verður sagt, at málið fyri vælferð er: At fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi. Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur umstøðar fyri góðum livikorum í einum væl skipaðum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfestið millum øll verða sett í hásæti.
Henda visjónin eigur eisini at vera galdandi, tá ið ein borgari skal liva við krabbameini, annaðhvørt hann er raktur av sjúkuni sjálvur ella er avvarðandi og tí hevur tørv á onkrum eyka út yvir tað, sum sjúkuviðgerðin krevur.
Endurmenning snýr seg um at endurvinna sítt lív. Ikki soleiðis sum tað var, áðrenn sjúkan var staðfest, men sum tað kann verða út frá teimum nýggju fortreytunum. Gjøgnum endurmenning fáa bæði tann sjúkurakti og næstringar møguleika fyri at meistra nógvar av teimum uppgávum, sum skulu loysast á vegnum, so hvørt tær vísa seg. Meistran er eitt norskt orðatiltak, ikki eitt háttalag, men ein menniskjaáskoðan. Í orðatiltakinum eru tríggir liðir 1. at skilja støðuna, 2. at hava álit á, at loysnir kunnu finnast, og 3. at finna meining í at royna tað (Fokus på familien nr. 3, 2001)