Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum
Ein nýggj kanning við heitinum ”Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum”, sum er gjørd fyri føroyskar lungnakrabbasjúklingar í árunum 2015 til 2020, vísti ábendingar um, at tað tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa staðfest lungnakrabba og at verða settir í viðgerð. Eisini vísti kanningin, at føroyskir menn fáa staðfest lungnakrabba á hægri stigi (at sjúkan er meiri framkomin) enn føroyskar kvinnur.
Í heimshøpi er lungnakrabbi mest útbreidda slag av krabbameini, ið rakar bæði kyn. Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at 25% av øllum andlátum í Føroyum í 2020 vóru orsakað av krabbameini, og harav var lungnakrabbi tað slagið av krabba, sum flest doyðu av. Títtleikin av lungnakrabba økist í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, har títtleikin fyri menn er fallandi, meðan gongdin hjá kvinnum er støðug. Menn hava sum heild lægri yvirlivilsi av lungnakrabba samanborið við kvinnur, og føroyskir menn hava lægsta yvirlivilsi í Norðurlondum. Sambært NORDCAN (Hagtalsskipan fyri krabbamein) er 5 ára yvirlivilsi í Føroyum ávikavist 12.7% fyri menn og 31.6% fyri kvinnur. Hetta vísir, at størsti kynsmunurin í yvirlivilsi í Norðurlondum er í Føroyum.
Kanningin hevði til endamáls at kanna møguligar orsøkir til kynsmunin í yvirlivilsi fyri føroyskir lungnakrabbasjúklingar í tíðarskeiðnum 2015-2020, hetta fyri at betra um yvirlivisi hjá lungnakrabbasjúklingum.
Fyri at kanna hesar faktorarnar gjørdu vit eina kohortukanning. Allir sjúklingarnir (n=153), ið fingu diagnosuna lungnakrabbi (C34) í tíðarskeiðnum 01.01.2015-31.12.2020 vóru við. Sjúklingarnir vórðu eyðmerktir í føroysku krabbameinsskránni, umframt at dátur vórðu innsavnaðar frá talgildu heilsuskipanini í sjúkrahúsverkinum.
Greiningar av variablum vórðu gjørdar í mun til kyn og yvirlivilsi, og greiningar vórðu gjørdar í mun til kyn og stig av lungnakrabba. At enda blivu tíðarlinjur fyri menn og kvinnur roknaðar út fyri at vísa sjúklingagongdina, sum bleiv býtt í trý tíðarskeið.
Úrslitið av kanningini vísti ein kynsmun í stig av lungnakrabba (p = 0.03), størsti munurin var í stig I; 25.8% av føroysku kvinnunum við lugnakrabba vórðu diagnostiseraðar á stig I samanborið við 8.8% av monnunum, t.v.s. at tríggjar ferðir fleiri kvinnur enn menn vóru diagnostiseraðar á stigi I. Fleiri menn vórðu diagnostiseraðir á stig II, III, og IV samanborið við kvinnur. Diagnostisering á lágum stigi (stig I-II), kann geva betri viðgerðarmøguleikar og yvirlivilsi. Tí kann hugsast, at stig av lungnakrabba kann vera ein av orsøkunum til kynsmunin í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum. Tað er ikki óvæntað, at menn fáa staðfest lungnakrabba á hægri stigi, tí hetta er eisini sæð aðrastaðni. Tó skal nevnast, at á leið helvtin av føroysku lungnakrabbasjúklingunum verða diagnostiseraðir á stig IV. Tað, at menn fáa staðfest lungnakrabba á hægri stigi enn kvinnur, merkir, at krabbin í miðal er meira útbreiddur samanborið við hjá kvinnum, og hetta ávirkar, hvørjar viðgerðarmøguleikar teir kunnu fáa.
Henda kanningin gav eisini eina ábending um, at tað tók longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa diagnosuna og at byrja viðgerð samanborið við føroyskar kvinnur. Kanningin vísti, at útgreiningin hjá monnum tók í miðal 46.9 dagar (CI: 33.4-60.5) samanborið við 27.2 dagar (CI: 18.5-36.0) fyri kvinnur. Tíðarskeiðið, frá at hava fingið diagnosuna lungnakrabbi, og til viðgerðin byrjar, var í miðal 28 (CI:20.7-35.3) dagar fyri menn og 22.7 (CI: 15.3-30.0) dagar fyri kvinnur.
Samanumtikið gevur henda kanningin eina ábending um, at diagnostisering á høgum stigi og tíðin til útgreinanin og viðgerðin byrja, hava ávirkan á serliga lága yvirlivilsið hjá føroyskum monnum við lungnakrabba. Hetta kann benda á, at ymiskir kynsleiklutir og munir á hvussu menn og kvinnur vera møtt í heilsuverkinum, hava ávirkan á sjúkugongdina hjá lungnakrabbasjúklingum og harvið eisini teirra yvirlivilsi.
Tak ritgerðina niður sum PDF her.