Gongubólkur fyri krabbameinssjúk og avvarðandi

Gongutúrar í náttúruni hava nógv heilsufremjandi árin, bæði kroppsliga og sálarliga:
Kroppsliga:
-Betra konditión og styrkja mótstøðuførið
-Minka um møði og geva orku
Sálarliga:
-Minka um strongd
-Økja um trivnað og kensluna av vælveru
-Styrkja samveru við onnur, sum skilja tína støðu
Hetta er heilsufremjandi, tí fara vit at skipa fyri túrum tríggjar ferðir um mánaðin. Túranir verða lýstir nakrar dagar frammanundan, alt eftir veðurforsøgnini. Kann gerast neyðugt við heitum klæðum og gonguskógvum hesa ársins tíð.
Vit byrja við túrum seinnapart, men laga tíðspunktið og longd eftir ynskjum hjá luttakarum.
Tilmelding:
Siga frá her á Facebook-vanganum ella senda boð á Messenger. Vit gera ein bólk við teimum, sum ynskja at taka lut.
Fyrstu túranir verða í økinum rundanum Havnina. Í hvørjum einstøkum føri verður boðað frá, hvussu vit kunnu skipa okkum við bilum, um neyðugt.
Kom við – rør teg, njót náttúruna og ver saman við øðrum, sum skilja tína støðu.