Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tíðindi

Um Krabbameinsfelagið

Um Krabbameinsfelagið

Sí filmsbot um Krabbameinsfelagið. Hoyr um mongu tilboðini hjá felagnum og um hvat vit arbeiða við og fyri hvønn dag. Filmurin er frá stóru innsavningini "Saman um krabbamein", sum varð sýnd í KVF í oktober 2025.

Fyribyrging

Hvat kann eg gera fyri at minka um vandan fyri krabbameini?

Reglulig rørsla, sunnur kostur og reglulig luttøka í kanningum eru millum tað, sum kann minka um vandan fyri at fáa krabbamein. Kanna, hvat tú kanst gera fyri at minka tín váða.

Gransking

Krabbameinsfelagið arbeiðir fyri at stuðla og upplýsa um gransking í krabbameini.

Grannakaffi

Grannakaffi er innsavning hjá Krabbameinsfelagnum, har fólk kunnu gera sína egnu innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið. Tað góða er at tú kanst altíð hava grannakaffi, tað bestemmar tú.

Aftaná – Lívið eftir krabbamein

Sendingarnar snúgva seg um lívið eftir krabba og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, m.a. seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli. Sissal Kampmann leggur til rættis.

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við. Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag í vanligari arbeiðstíð. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan, og so ringja vit aftur. Tað ber altíð til at ringja og fáa eitt prát við okkum, koma til ókeypis samrøður ella gera brúk av øðrum tilboðum, sum vit hava at bjóða.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.