Fá hjálp

Krabbamein ber ofta við sær broytingar í familjuni, og kunnu hesar raka teg og tíni sera meint. Nýggjar og óvanligar støður taka seg upp, og tú hevur nógvar tankar og kenslur at stríðast við. Bæði tú og tíni avvarðandi kunnu kenna tykkum máttleys og einsamøll.

Vit bjóða eina røð av tilboðum, eitt nú: ráðgeving, persónligar samrøður, familjusamrøður, rørslutiltøk og onnur tiltøk, eitt nú hugnaløtur, fyrilestrar o.a. harafturat eru ymiskir samrøðubólkar eisini.

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við. Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag í vanligari arbeiðstíð. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur. Tað ber altíð til at ringja og fáa eitt prát við okkum, koma til ókeypis samrøður ella gera brúk av øðrum tilboðum, sum vit hava at bjóða.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Samrøða og ráðgeving

Tað kann vera gott at at tosa við onkran, sum skilir, hvussu tú hevur tað. Tosa og deila sínar upplivingar og tankar, og í trúnaði tosa um tað, sum er tungt at bera í einsemi.

Ráðgeving og samrøður

Hjá Krabbameinsfelagnum er møguleiki fyri at tosa við onkran, sum skilir, hvussu tú hevur tað. Starvsfólkini hava viðkomandi útbúgving, førleikar og eftirútbúgving innan sorg og kreppu. Vit vegleiða og ráðgeva tær, hava telefonviðtalu, bjóða persónligar samrøður á Krabbameinsfelagnum ella heima, um tú heldur vilt tað, eins og vit bjóða samrøður við familjur, vinfólk, fakfólk og onnur. Vit kunnu stuðla og hjálpa tær at fáa yvirlit yvir tína støðu og seta orð á ta ørkymlan og sváru kenslur, ið ofta eru, tá ið krabbamein og deyði kemur so tætt at lívinum.

Øll kunnu ringja og fáa eitt prát við okkara ráðgevar. Vit hava eina røð av tilboðum at bjóða, sum til dømis:

  • Einstaklingasamrøður
  • Familjusamrøður
  • Rørslutiltøk
  • Onnur tiltøk, sum eitt nú hugnakvøld, fyrilestrar ella undirvísing
  • Ymiskar samrøðubólkar og samveru við onnur í líknandi støðu
  • Ráðgeving um sosial, arbeiðs- og rættarlig viðurskifti

Tilboðini eru ókeypis og fyri øll, sama hvar tú býrt í landinum.

Ring til okkum á 317959 og hoyr nærri um hvussu vit kunnu hjálpa tær, ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo. 

Samrøðubólkar hjá felagnum

Krabbameinsfelagið hevur samrøðubólkar fyri fólki, sum eru sjúk ella hava verið sjúk, fyri avvarðandi og fyri tey, sum hava mist.  At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa at tað hjálpir at tosa um tankar og kenslur við onnur sum eru í somu støðu sum tú, og sum skilja teg. At stuðla hvør øðrum, og í trúnaði tosa um tað, sum er tungt at bera í einsemi. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Tú fært hjálp, íblástur og stuðul til at finna veg í eini svárari tíð, soleiðis at lívsmót og lívsgóðska kunnu gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar tykjast lættari.

Bólkarnir verða leiddir av starvsfólki hjá felagnum, ið stuðla og leggja lag á. Dentur verður lagdur á at uppbyggja álit og tryggleika í bólkinum, fyri at gera tað lættari hjá luttakarunum at seta orð á.

Ring til okkum á  317959 og hoyr nærri um samrøðubólkar, ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.

Hjálparbólkar

Afturat samrøðubólkunum hava vit hjálparbólkar, sum sjálvboðin hjá Krabbameinsfelagnum standa fyri.

Tá tú fært staðfest krabbamein er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað har afturat hjálpir at hitta onnur í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

Tí bjóðar felagið tær at koma í samband við tey sjálvbodnu í teim ymsu bólkunum hjá felagnum.

Endamálið við bólkunum er at ráðgeva og stuðla fólki, sum hava ella hava havt krabbamein og fullum trúnaði tosa um tað, ið er tungt at bera.

Endamálið er eisini at bólkarnir gera tað møguligt fyri onnur at koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, veita hjálp til sjálvhjálp við tað at bólkarnir skipa fyri ymiskum sosialum tiltøkum, so sum hugnaløtum, fyrilestrum, gongutúrum, útferðum o.ø.

Samband við limir í bólkunum fæst við at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Eisini ber til at tekna teg til hugnaløtur, fyrilestrar ella onnur tiltøk, ið bólkarnir skipað fyri og sum verður lýst og kunnað um á heimasíðuni ella facebook hjá felagnum.

Finn hjálparbólkar á Facebook

Krabbameinsfelagið hevur fleiri hjálparbólkar, sum eru virknir á Facebook. Bólkarnir eru privatir og óviðkomandi síggja ikki hvat verður skriva um inni á bólkinum. Her ber til at spyrja og fáa svar frá øðrum, sum eru í ella hava verið í somu støðu sum tú. Mist til at halda tann góða tónan og at tað ikki er loyvt at selja ella reklamera fyri vørum í bólkunum.

Bólkarnir eru hesir:

Bróstkrabbabólkurin - Bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum | Facebook

Prostatabólkurin - Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum | Facebook

Undirlívsbólkurin - Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum | Facebook

Móðurmerkjabólkurin - Móðurmerkjabólkurin | Facebook

Makar hjá monnum við prostatakrabba - Makar hjá monnum, sum hava ella hava havt prostatakrabba | Facebook

Seinfylgjubólkurin - Seinfylgjubólkurin hjá Krabbameinsfelagnum | Facebook

Ungdómsbólkurin - Ungdómsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum (18-35) | Facebook

Foreldrabólkurin - (2) FORELDRABÓLKURIN HJÁ KRABBAMEINSFELAG FØROYA | Facebook

Myelomatosubólkurin - Myleomatosubólkurin hjá Krabbameinsfelagnum | Facebook

Kronisk Lymfatisk Leukæmi (CLL) bólkurin - CLL-bólkurin hjá Krabbameinsfelagnum | Facebook

Børn og sorg

Hvussu hjálpa vit børnum, sum syrgja?

Tá ið børn uppliva, at onkur í nærmastu familjuni er álvarsliga sjúkur ella doyr, ræður um at hava í huga, at mátin, barnið syrgir uppá, botnar í, at tað ikki bara er ein avvarðandi hjá barninum, sum er deyður ella er álvarsliga sjúkur, men at tað harumframt eisini eru lívskorini hjá barninum, sum eru kollveltandi broytt.

Faldarar

Tað finst nógv tilfar um krabbamein. Heimasíður, faldarar, bøkur og mangt annað. Hjá Krabbameinsfelagnum hava vit nógv tilfar liggjandi, tú er altíð vælkomin inn á gólvi at hyggja hvat vit hava og vita um tú finnur tað tú leitar eftir. Hava vit ikki tað tú sóknast hjálpa vit tær fegin at fáa tað til vega.

Undirlívskrabbi
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Bót til bata
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Umsorgan fyri tær
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Samrøðubólkur fyri teg ið hevur mist makan
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Foreldrabólkurin
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Lip- og lymfodembólkurin
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Prostatabólkurin
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF
Móðurmerkjabólkurin
Krabbameinsfelagið
Tak niður PDF

Vit hava teir flestu faldararnar hjá Kræftens Bekæmpelse liggjandi. Um tað ikki liggur fyri at koma fram við á skrivstovuna, so senda vit tær fegin faldarar við postinum. Um tær dámar betur at hava tilfarið teldutøkt, finnur tú faldarar og kunnandi tilfarð um krabbamein, fyribyrging og lívið við krabbameini til millum annað sjúk, avvarðandi og starvsfólk innan heilsuøki. Sí eisini leinkjurnar niðanfyri.

Faldarar um ymsu krabbameinssjúkurnar
Faldarar um at liva við krabba
Faldarar um børn og krabbamein

Enn kvinna – hóast krabbameinssjúku

Ein filmur við kvinnum, sum hava havt krabbamein.