Fyribyrging
Sannlíkt er, at umleið ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast. Tí er tað týdningarmikið, at vit í Føroyum fara undir tiltøk við atliti at minka um tilburðirnar og harvið deyðatalið av krabbameini.
Heilsugóðir vanar kunnu minka um vandan fyri krabbameini
Screening av bróstum
Mammografiscreening er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár um, at fáa tikið røntgenmyndir av bróstinum. Ein mammografiscreening kann vísa broytingar í bróstinum, sum ikki ber til at merkja við fingrunum.


Screening fyri lívmóðurhálskrabba
Allar kvinnur í aldursbólkinum 23-64 ár fáa bjóðað regluliga fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta verður gjørt við eini einfaldari kanning hjá kommunulækna. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt.
Mæla til snarkanningar fyri tarmkrabba
Í Krabbameinsætlanini er tilmæli um snarkanningar fyri tarmkrabba. Tilmælið kemur ikki av ongum, tí hetta ein av størstu krabbameinsbólkunum. Tøl úr grannalondunum vísa greitt, at hesar snarkanningarnar gera avgerandi mun. Bæði, at sjúkan verður funnin so tíðliga, at viðgerðin kann vera nógv mildari, og at 20% kunnu sleppa undan at fáa tarmkrabba, tí undanstig til krabban verða funnin í kanningunum.
Í Krabbameinsfelagnum vóna vit, at tað gongur ikki long tíð, til landsstýrisfólkið í heilsumálum kann siga: Í Føroyum bjóða vit øllum millum 50 og 74 ár snarkanningar fyri tarmkrabba.

Sjey tekin at geva sær far um
Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum Krabbameinsfelagið eisini vísir á.



Gransking
Krabbameinsfelagið arbeiðir fyri at stuðla og upplýsa um gransking í krabbameini.