Um felagið
Krabbameinsfelagið varð stovna í 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakarar vóru Lions felagið í Tórshavn eftir áheitan frá Lionsmanninum Bjarna og konu hansara Sannu Dahl Niclasen, ið var røntgenlækni á Landssjúkrahúsinum. Í 2009 fekk felagið nýggjan samleika og broytti navn til Krabbameinsfelagið.
Krabbameinsfelagið
- Ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi
- Upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging
- Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini
Krabbameinsfelagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd, samansett av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og øðrum
Fá hjálp og vegleiðing
Krabbamein ber ofta við sær broytingar í familjuni, og kunnu hesar raka teg og tíni sera meint. Nýggjar og óvanligar støður taka seg upp, og tú hevur nógvar tankar og kenslur at stríðast við. Bæði tú og tíni avvarðandi kunnu kenna tykkum máttleys og einsamøll.
Krabbameinsfelagið ynskir at skapa vón, ljós og lívsmót, tá fólk koma í ta truplu støðu at hava fingið staðfest krabbamein. Vit vilja vísa á lívsglottar og fáa hesar at víðkast mest møguliga.
Hjá Krabbameinsfelagnum er møguleiki fyri at tosa við onkran, sum skilir, hvussu tú hevur tað. Vit hava tveir ráðgevar í starvi. Vit vegleiða og ráðgeva tær, hava telefonviðtalu, bjóða persónligar samrøður á Krabbameinsfelagnum ella heima, um tú heldur vilt tað, eins og vit bjóða samrøður við familjur, vinfólk, fakfólk og onnur. Vit kunnu stuðla og hjálpa tær at fáa yvirlit yvir tína støðu og seta orð á ta ørkymlan og sváru kenslur, ið ofta eru, tá ið krabbamein og deyði kemur so tætt at lívinum.