Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

LJÓSAREYÐUR OKTOBER - Keyp eitt helsi og stuðla gransking

Í oktober á hvørjum ári varpar Krabbameinsfelagið ljós á bróstkrabba og týdningin av at stuðla arbeiðinum móti sjúkuni.

Í hesum sambandi hevur tað afturvendandi verið møguligt, at stuðla gransking og arbeiðinum hjá bróstkrabbabólkinum Bót til bata á ymiskan hátt – og soleiðis verður eisini í ár.

Í ár selur Bót til bata helsi, helsini eru brún og hava ljósareyða sloyfu. Sølan byrjar mánadagin 28. september.

Helsini fáast til keyps á:

  • Tjaldurs Apotekið
  • Eysturoyar Apotekið
  • Norðoya Apotekið
  • Vága Apoteki
  • Suðuroyar Apotekið
  • Hjá Finngerð Mikkelsen í Vági

Kostnaður: 100 kr. stk.

Tá tú keypir eitt helsi stuðlar tú samstundis gransking og arbeiðinum hjá Bót til bata.

Takk fyri stuðulin!